Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi til World Cup

Helgi til World Cup

Føroyar eru á fyrsta sinni umboðaðar í stóru World Cup talvstevnuni.

Kappingin byrjar í Tbilisi í Georgia 3. september. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska skal royna seg móti superstórmeistaranum Teimour Radjabov úr Aserbadsjan. Hann er í løtuni nummar 22 í heiminum og hevur styrkitalið 2742. Helgi og Radjabov hava einaferð verið í víggi fyrr. Tað var á talvolympiaduni í Istanbul í 2012. Tað var eitt rimmar talv, sum Radjabov vann.

Fleiri av heimsins fremstu telvarum eru við í World Cup kappingini. Magnus Carlsen og Sergej Karjakin, sum  í fjør heyst telvaðu finaludystin um HM-heitið, eru báðir við. Kappingin er liður í sjálvari HM-kappingini fyri einstaklingar.

World Cup er ein knock-out kapping við 128 telvarum. Í fyrsta umfarinum er tað toppur ímóti botni, tvs. at nummar 1 telvar ímóti 128, 2-127, 3-126 o.s.fr. Helgi er styrkismettur nr. 108 og møtir tískil nr. 21, Teimour Radjabov. Teir telva tvey talv, og um annar fær fleiri stig, er hin útsligin. Um tað stendur á jøvnum, verður farið til kviktalv og snartalv.
Vanliga skal ein enda millum 23 teir fremstu í EM, sum er hvørt ár, fyri at sleppa víðari til World Cup, sum er annaðhvørt ár. 46 pláss eru sostatt sett av í EM. Men eitt pláss er eisini sett av til EM fyri smátjóðir, sum er annaðhvørt ár, og ta kappingina vann Helgi, tá hon var í Luxembourg í fjør. Tí sleppur hann við.
Fýra norðurlendingar
Helgi er ein av fýra norðurlendskum telvarum, sum er við í World Cup stevnuni. Hinir eru Magnus Carlsen og Aryan Tari úr Noregi og Jóhann Hjartarson úr Íslandi. Eingin telvari úr Danmark, Svøríki ella Finnlandi hava kvalifiserað seg.
Teir tveir finalistarnir í hesari World Cup-kappingini kvalifisera seg víðari til kandidatkappingina. Har kappast 8 telvarar um møguleikan at bjóða sitandi heimsmeistaranum av í dysti. Umframt teir tveir World Cup finalistarnar er síðsti HM-avbjóðarin, í hesum føri Karjakin, sjálvskrivaður. Teir tveir telvararnir, sum hava havt hægstu ratingtølini gjøgnum tað síðsta árið – og ikki hava kvalifiserað seg á annan hátt – sleppa eisini við. Harumframt er eitt wildcard, sum fyriskipararnir av kandidatkappingini velja, og tveir telvarar, sum kvalifisera seg gjøgnum FIDE Grand Prix kappingarnar.
Helgi fer í næstu viku úr Føroyum til Tbilisi í Georgia. 3. september telvar hann móti einum av heimsins bestu telvarum. Vinnarin heldur fram í kappingini. World Cup stevnan endar ikki fyrr enn 28. september.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …