Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi ársins norðurlendski telvari

Helgi ársins norðurlendski telvari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016. 

Helgi gjørdist sum kunnugt fyrsti stórmeistari í Føroyum á talvolympiaduni í Aserbadsjan í fjør heyst. Magnus Carlsen endurvann í fjør HM-heitið í finaludysti móti Sergej Karjakin í New York, og var við til at leiða Noreg fram á 5. plássið á talvolympiaduni í Aserbadsjan.

Hetta er sætta ferðin, at Magnus Carlsen verður kosin ársins telvari í norðurlondum, og onnur ferðin, at hann fær heiðurin á jøvnum føti við annan telvara.

Norðurlendska talvsamgongan hevur ráðstevnu annaðhvørt ár, og var saman á fundi nú í summar. Eitt mál, sum altíð er á skrá, er at tilnevna ársins telvara í norðurlondum. Nevndin í norðurlendsku talvsamgonguni metti tað vera so serstakt, at Føroyar nú hava fingið sín fyrsta stórmeistara, at hon javnsetti bragdið hjá Helga við HM-heitið hjá norska úrmælinginum.

Magnus Carlsen var heiðraður sum ársins telvari í norðurlondum í 2015 (fyri árini 2013-2014), í 2009 (fyri árini 2007-2008), í 2007 (fyri árini 2005-2006) og í 2005 (fyri árini 2003-2004). Magnus Carlsen var eisini heiðraður í 2011 (fyri árini 2009-2010), men tá varð Pia Cramling úr Svøríki eisini tilnevnd.

Og í ár hevur norðurlendska talvsamgongan tilnevnt bæði Magnus Carlsen og Helga Dam Ziska sum ársins telvarar í norðurlondum.

Hetta er fyrsta ferðin, at føroyskur telvari fær slíkan heiður.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …