Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi í topp 3

Helgi í topp 3

Føroyski stórmeistarin hevur nú vunnið seg fram á triðja pláss í altjóða talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Í næstsíðsta umfari týsdagin vann Helgi á danska altjóða meistaranum Martin Haubro. Helgi er ósigraður í kappingini; hevur vunnið trý talv og telvað fimm jøvn.

Sandavágsbrøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen hava ikki verið so stúttir nú í endaspurtinum. Høgni, sum byrjaði so væl, hevur nú tapt tvey talv á rað. Í næstsíðsta umfari tapti hann fyri danska stórmeistaranum Jens Kristiansen, sum eldri  bróðirin tapti ímóti dagin fyri. Rógvi kom kortini afturíaftur í næstsíðsta umfari við góðum sigri á lettiska stórmeistaranum Normunds Miezis. Føroysku OL-telvararnir John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson hava nú strítt seg fram undir liðina á teimum, sum eru javnir á fimta plássi.

Tað stendur nú á jøvnum frammi í oddanum millum Srinath Narayanan úr India og Julio Granda Zuniga úr Peru fyri seinasta leikumfar. Helgi Dam Ziska hevur møguleika at gerast nummar trý, men til tað krevst helst, at hann vinnur á John Rødgård í seinasta umfari.

Teir fremstu tíggju fyri seinasta umfar mikumorgunin eru hesir:

  1. IM Srinath Narayanan, India 6½ stig
  2. GM Julio Granda Zuniga, Peru 6½
  3. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar  5½
  4. GM Jens Kristiansen, Danmark 5½
  5. GM Miguel Munoz, Spania 5
  6. GM Allan Stig Rasmussen, Danmark 5
  7. IM John Rødgård, Føroyar 5
  8. Sjúrður Thorsteinsson, Føroyar 5
  9. FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 4½
  10. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, Føroyar 4½ stig
Í alt 30 telvarar.
Í seinasta umfari í kappingini, sum byrjar mikumorgunin kl. 10.00, verður telvað soleiðis á fremstu borðunum:
GM Julio Granda Zuniga – GM Jens Kristiansen
Sjúrður Thorsteinsson – IM Srinath Narayanan
GM Helgi Dam Ziska – IM John Rødgård

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …