Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Ungur indari einsamallur á odda

Ungur indari einsamallur á odda

Sandavágsmaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen (2353), telvaði í dag oddatalv ímóti 23 ára gamla indaranum, IM Srinath Narayanan (2505). Rógvi hevði hvíta fólkið, men hóast hetta, so eydnaðist honum ikki at gera nakað við sterka indiska telvarin. IM Narayanan vann nevniliga talvið, og hann er nú einsamallur á odda í Faroes Open. Oddasessin grundlegði hann í gjár, tá hann vann ímóti favorittinum GM Julio Granda (2656).

Júst GM Julio Granda (2656) og danski stórmeistarin GM Allan Stig Rasmussen (2540) eru nú nærmastu kappingarneytarnir hjá IM Srinath Narayanan (2505). GM Julio Granda vann í dag ímóti GM Miguel Muñoz (2495), meðan GM Allan Stig Rasmussen vann á landsmanninum IM Martin Haubro (2365). Júst hetta talvið vardi í fimm og ein hálvan tíma og 97 leikir, áðrenn tað eydnaðist GM Allan Stig Rasmussen at vinna.

 

Tríggir føroyingar liggja nú javnir sum teir fremstu av føroyingunum. Teir eru FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2353), GM Helgi Dam Ziska (2544) og FM Høgni Egilstoft Nielsen (2323). Júst Høgni og Helgi telvaðu í dag javnt ímóti hvørjum øðrum.

 

Til ber annars at lesa meira um kappingina á heimasíðuni www.faroesopen.com.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …