Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 14. mai apríl kl. 13, í Kollafjarðar Skúla

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 14. mai apríl kl. 13, í Kollafjarðar Skúla

Telvað verður í 5 aldursbólkum:

  • 2. flokkur og yngri
  • 3. og 4. flokkur
  • 5. og 6. flokkur
  • 7. og 8. flokkur
  • 9. flokkur og eldri

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað – tá ið tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.

Teir yngru bólkarnir (til og við 6. fl.) telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.

Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi fríggjakvøldið 12. mai kl. 20!
á telduposti: faroechess@faroechess.com
ella við SMS til tlf 751422.

Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

– tað er ikki at halda seg aftur !

Talvsamband Føroya

tsf logo

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …