Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stór talvkapping í Kollafirði

Stór talvkapping í Kollafirði

Í døgunum frá 12. – 19. juli verður Kollafjørðar karmur um stóra altjóða talvkapping. Kappingin hevur fingið navnið Faroes Open, og ætlanin er, at kappingin skal gerast ein fastur partur av føroyska talvárinum.

Tað eru Kollafjarðar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag, sum í felag skipa fyri kappingini. Hetta er í sambandi við, at Kollafjarðar Talvfelag hátíðarheldur 50 ára stovningardagin. Komandi ár verður kappingin endurtikin í sambandi við at Sandavágs Talvfelag tá hátíðarheldur 50 ára stovningardagin, og ætlanin komandi ár er so, at Sandavágur tá skal hýsa kappingini.

Fyrstu stóru nøvnini eru longu komin upp á pláss til kappingina. Okkara egni stórmeistari, GM Helgi Dam Ziska, hevur boðað frá luttøku, og harafturat hevur stórmeistarin úr Peru, GM Julio Ernesto Granda Zuniga, sum telist millum 100 teir sterkastu telvararnar í heiminum, eisini boðað frá luttøku.

Faroes Open 2017 er ein opin kapping. Tað vil siga, at øll kunnu vera við. Fyrireikararnir vóna sjálvandi, at kappingin fær góða undirtøku.

Meira kunning fæst á heimasíðuni www.faroesopen.com.

 

Vegna Kollafjarðar talvfelag og Sandavágs talvfelag.

 

Hjalti Petersen, formaður KT

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.