Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Endaumfarið telvað í Tórshavn

Endaumfarið telvað í Tórshavn

FM endabresturin í Liðkappingini 2017 verður telvaður í Gula Skúla, Tórshavn, leygardagin 18. mars. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møt í rúmari tíð undan.

Havnar Telvingarfelag skipar fyri kaffisølu meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar talvfelagið lættari ábit.

 

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.