Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP 7 í Sandavági

GP 7 í Sandavági

GP 7 verður í Sandavági leygardagin 11. mars kl. 10.00. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.

Tilmelding higartil: http://chess-results.com/tnr267983.aspx?lan=32

Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør.

Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir.

Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. mars kl. 18.00.

Sandavágs Talvfelag

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.