Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM fyri skúlaungdóm 2017
ung2

NM fyri skúlaungdóm 2017

Í døgunum 16. til 19. februar 2017 verður árliga norðurlendska kappingin fyri skúlaungdóm avhildin í Drammen, Norra.
Við í kappingini eru 10 føroyskir ungdómar, tveir í hvørjum av teimum 5 aldursbólkunum.

Føroysku umboðini eru hesi:

Bólkur A:
Høgni Egilstoft Nielsen (1997)
Silas Eyðsteinsson (1998)

Bólkur B:
Kaj Olsen (2001)
Janus Skaale (2001)

Bólkur C:
Suni í Horni Nielsen (2003)
Leif Reinert Fjallheim (2003)

Bólkur D:
Jón í Horni Nielsen (2005)
Benjamin Reinert Fjallheim (2005)

Bólkur E:
Luitjen Akselsson Apol (2006)
Elias Petersen (2007)

Telvað verða 6 umfør, tvey um dagin, frá fríggjadegnum til sunnudagin.
Venjari hjá unglingunum er Helgi Dam Ziska.

Beinleidis talv, úrslit støður o.a. er at finna á heimasíðuni http://ungdom2017.nordisksjakk.no/

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.