Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyskir telvarar uttanlanda

Føroyskir telvarar uttanlanda

Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup ídag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen er eisini við í Svøríki.

Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju: http://www.rilton.se/

 

Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 .

Leinkja til kappingina: http://www.chessfestival.nl/en/

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.