Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open – Helgi dragnaði

Runavík Open – Helgi dragnaði

Nu Helgi Dam Ziska gjørdist nummar fimm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í dag.

Spurturin mishepnaðist. Tapið fyri Jóhann Hjartarson í gjár forkom honum møguleikanum at vinna kappingina, og remis í dag móti spanska stórmeistaranum Miguel Munoz bar í sær, at hann røkk ikki heilt fram í oddan.

Helgi hevði hægsta styrkitalið av øllum í kappingini og var tí favorittur at vinna. Eitt fimtapláss er tí helst eitt vónbrot. Helgi telvaði yvirhøvur væl, men javnleikirnir gjørdust kanska í so nógvir – serliga við hvíta fólkinum. Men at vera favorittur er ongantíð lætt, og trýstið um at vinna á heimavølli, hevur kanska verið nýklakta stórmeistaranum steinur oman á byrðu.

Hans Kristian gott hál

Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen kom rættiliga á lagið nú móti endanum á kappingini, og fekk frálíkt úrslit. Eftir javnleik í gjár móti danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud, setti Hans Kristian trumf á í dag við góðum sigri á Vladimir Hamitevici úr Moldova, sum er altjóða meistari.

Rógvi Egilstoft Nielsen fekk remis í dag móti vinnaranum Guðmundi Kjartanssyni. Eisini fínt punktum hjá føroyameistaranum. Afturímóti máttu Olaf Berg og Ólavur Simonsen dvína fyri ávikavist Nikolaj Mikkelsen og Daniel Semcesen.

John Rødgård vann á Páll Gauti Jónsson, men Silas Eyðsteinsson tapti fyri íslendska stórmeistaranum Thrósti Thórhallssyni. Høgni Egilstoft Nielsen hevði minni góða kapping, og mátti sættast við remis í dag móti íslendskum telvara við sløkum 1700 í rating.

Endaliga støðan:

1. IM Guðmundur Kjartansson, Ísland 7 stig

2. GM Miguel Munoz, Spania 6½

3. IM Nikolaj Mikkelsen, Danmark 6½

4. GM Jóhann Hjartarson, Ísland 6½

5. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 6

6. GM Jakob Vang Glud, Danmark 6

7. Hans Kristian Simonsen, Føroyar 6

8. GM Daniel Semcesen, Svøríki 5½

9. IM Simon Bekker-Jensen, Danmark 5½

10. GM Tróstur Tórhallsson, Ísland 5½

12. Rógvi Egilstoft Nielsen 5½

13. John Rødgård 5½

17. Olaf Berg 5

18. Ólavur Simonsen 5

40 luttakarar í alt

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðuni runavikopen.com

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …