Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi Dam Ziska vann GP1 í Klaksvík

Helgi Dam Ziska vann GP1 í Klaksvík

Fyrsta kappingin í talvkalendaranum varð telvað í Klaksvík leygardagin. Hóast fletting og annað forðaði nøkrum at møta, so bleiv kappingin væl sterkari enn vanligt. Komandi stórmeistarin Helgi Dam Ziska var greiður favorittur, men eisini Olaf Berg, Ólavur Simonsen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen vóru til dystin fús.

17 telvarar møttu til snarkappingina, ið varð avgreidd við 9 umførum. Helgi legði bragdliga fyri, og lat bert eitt hálvt stig í kappingini. Tískil vann hann trygt, men kappingin um hini plássini varð bæði hørð og jøvn. Endaliga úrslitið gjørdist hettar:

Nr. 1 – IM Helgi Dam Ziska 8,5 av 9

Nr. 2 – FM Olaf Berg            7,5

Nr. 3 – Finnbjørn Vang       6,5

Ratingvirðislønirnar vunnu: Ólavur Simonsen, Tummas Martin Sólsker, Rógvi M. Olsen og Luitjen Akselsson Apol.

Kappingin sæst á hesari leinkjuni: http://chess-results.com/tnr243218.aspx?lan=32&art=1&wi=821

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.