Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Heðin ynskti stórmeistaranum tillukku.

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku.

Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri.

Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari.

Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið.

Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, umboð Havnar Telvingarfelag.

Kelda: www.vp.fo og torshavn.fo

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.