Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.

Røða til Helga Dam Ziska frá Talvsambandinum.

 

Góði Helgi,

Sum forseti í Talvsambandi Føroya, er tað mær ein stórur heiður og gleði, at kunna vera við at heiðra teg ídag. Líka síðani Talvsamband Føroya varð stovnað 1970, og skipað telving varð sett á stovn, hevur dreymurin um ein føroyskan stórmeistara verið nærliggjandi. Men 46 ár skuldi ganga, áðrenn dreymurin bleiv veruleiki. Nógvir eru varðarnir á leiðini, og eina serstøka tøkk vil eg veita teimum ið undan gingu. Tað er einki at ivast í, at stovnararnir av TSF sum framvegis eru millum okkara, eru ernir og fegnir tína vegna hesar dagar, og vit senda teimum ið farnir eru, ein hjartaligan tanka.

Undanfarnu forsetar hava eisini hvør í sínum lagi roynt at skipa soleiðis fyri, at umstøðurnar at menna Føroyar sum talvtjóð skuldi vera til staðar. Til dømis kunnu vit nevna úr rúgvuni, at sterkar altjóða kappingar hava verið fyriskipaðar, vitjanir av talv-stjørnum, landsdystir við onnur lond, venjarar til okkara telvarar, luttøka á Talv-Olympiaduni, luttøka til EM fyri lið, Small Nations, Norðurlandameistaraheitið, heimligar kappingar og viðkomandi útbúgvingar. Alt smáir varðar á leiðini, har menningin av Føroyum sum talvtjóð var aðalmálið.

Men ein tann størsti varðin kom í Talv-Olympiaduni í Baku – tann fyrsti føroyski stórmeistarin í talvi! Helgi – hetta sigi eg ikki fyri at rósa TSF, men fyri at vísa á hvønn týdning títt framúr avrik kann hava fyri føroyska telving framyvir. Tú nevndi tað sjálvur í útvarpssamrøðu, at nú kunnu aðrir telvarar síggja, at tað veruliga ber til. Tað er ikki longur ein fjarur dreymur, tað er veruleiki! Tað er tær at takka!

Helgi – nógvar góðar røður hava verið, og nógv kundi verið endurtikið, men lat meg bert siga tað stutt her, at TSF tekur undir við hvørjum góðum orði, ið borið hevur verið fram. Tað hevur verið og er ein framíhjárættur hjá TSF at hava ein telvara sum teg. Tú ert vorðin stóra fyrimyndin hjá yngra ættarliðnum og ein stoltleiki fyri onnur. Ikki bert fyri tínar talvligu gávur, men so sannuliga eisini fyri tín fyrimyndarliga atburð og framburð sum menniskja.

Mangar samrøður hava vit havt, og ikki altíð hava vit verið samdir, men ongantíð hevur tað ikki borið til at funnið eina loysn ella havt virðuligt samskifti. Og eg vil eisini leggja afturat, at tín professionellisma eisini hevur havt ávirkan á viðurskiftir, sum møguliga ongantíð høvdu sæð dagsins ljós. Tað er ikki av ongum, at tað fleiri ferð hevur verið viðmerkt hvussu skilagott og dámligt tú hevur borið tíni sjónarmið fram í miðlunum. Í tí samanhangi, vil eg fegin eisini bera ein hjartans tøkk til tíni nærmastu. Ivist onga løtu í, at foreldur, systkin og dáman saman við vinum og avvarðandi hava havt jaliga ávirkan á teg og tú á tey. Vit hava mangan “livað” saman til kappingar, men ongantíð í sama húsi í longri tíð. Tí skal eg ikki siga, at vit kennast út og inn, men ókendir eru vit heldur ikki. Tí loyvi eg mær at endurtaka útsøgnina, tá ið mamma tín bleiv biðin at lýsa teg sum persón. “Róligur, glaður persónur, fittur, góður, skilagóður, fólk eru góð við Helga og spreiðir gleði”. So satt sum tað er sagt.

Fyrr í dag vitjaði eg á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fekk bjóða ein kaffimunn og á vegginum hekk – sum í so mongum øðrum føroyskum húsum – innrammaði nøkur orð. Tað kann vera tilvildarligt, men helt tað vera nokk so beinrakið fyri dagin ídag. “Ver hjá okkum meistari dagurin líður”.

Um nakrar fáar mánaðir verður tú útnevndur GM (stórmeistari), og ein “nýggj” tíð byrjar. Vit vita at títt avrik førir Føroyar enn longur fram á leið, og vit vóna at tú framvegis kemur at hava ein aktivan leiklut í føroyskari telving. Talvsambandið skal tillaga seg eina nýggja-, spennandi tíð og nýggjar avbjóðingar. Tað skalt tú eisini persónligani, og vóna vit í TSF at kunna vera við at føra fyrsta stórmeistara Føroya og føroyska telving enn longur fram.

Eg skal vegna Talvsamband Føroya og øllum teimum, ið hava varða og varða av telvingini, heilsa tær hjartaliga til lukku, siga stóra takk fyri og ynskja góðan byr framyvir við hesum orðum:”Ver hjá okkum stórmeistarin, dagurin líður”. At enda skal eg vegna Talvsamband Føroya handa tær eina gávu.

 

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …