Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 9. umfar – Størsta avbjóðingin
Mynd: Gunnar Bjornsson

OL 2016: 9. umfar – Størsta avbjóðingin

Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan.

Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini. 

Føroyska liðið hevur við trimum vunnum dystum á rað – í gjár vunnu okkara menn stórfingnan sigur á Bosnia-Herzegovina – togað seg fram á 47. pláss. Tí umskarast vegirnir hjá okkum og kinesisku OL-gullmanningini í triðsíðsta umfari.

Hetta er tó ikki fyrsta ferðin, at Føroyar møta ein av risunum á talvolympiadu. Í 1970, tá Føroyar vóru á talvolympiadu á fyrsta sinni, møttu vit ongum minni enn fleirfaldu heimsmeistarunum úr Sovjetsamveldinum. Í 1988 møttu vit í fyrsta umfari Onglandi, sum var styrkismett nummar tvey, og í 2009 møttu vit USA, sum var eitt av toppliðunum.

Hóast Kina er styrkismett nummar trý, hava teir ongan telvara í topp 10 í heiminum. Teir fýra, sum setast yvirav føroyingum í dag eru frá nummar 14 til 35 á heimsstyrkilistanum.

FIDE-styrkilistin, september 2016

1. Magnus Carlsen, NOR  2857

2. Maxime Vachier-Lagrave, FRA  2813

3. Fabiano Caruana, USA 2808

4. Vladimir Kramnik, RUS  2808

5. Levon Aronian, ARM  2795

6. Hikaru Nakamura, USA  2789

7. Wesley So, USA  2782

8. Viswanathan Anand, IND  2776

9. Sergej Karjakin, RUS  2769

10. Veselin Topalov, BUL  2768

14. Liren Ding, Kina

24. Yue, Wang, Kina

29. Yangyi Yu, Kina

35. Yi Wei, Kina

Bo. 84

Faroe Isles (FAI)

Rtg

China (CHN)

Rtg 0 : 0
17.1 IM
Ziska, Helgi Dam
2546 GM
Wang, Yue
2737
17.2 IM
Rodgaard, John
2345 GM
Ding, Liren
2753
17.3
Andreasen, Joan Hendrik
2239 GM
Yu, Yangyi
2725
17.4
Thorsteinsson, Sjurdur
2187 GM
Wei, Yi
2717

 

Afturhvarv

Soleiðis gekst í 1970 móti suverena sovjetiska liðnum. Hans Petersen, Jóan P. Midjord, Thorstein Vilhem og Olaf Durhuus stríddust til fánýtis, men á 3. borði lúrdi sensasjónin, men okkara maður varnaðist ikki leikin, sum átti at tryggjað honum javnleikin.

FAI FAI Faroe Islands 0 : 4 Soviet Union URS URS
Petersen, H. 0 – 1 GM Petrosian
Midjord 0 – 1 GM Korchnoi
Vilhelm 0 – 1 GM Polugaevsky
Durhuus 0 – 1 GM Smyslov

 

Í Saloniki í 1988 møttu vit Onglandi, sum var styrkismett nummar tvey og endaði nummar tvey í kappingini. Vit fingu ein góðan dyst móti teimum, men allir máttu lúta. Okkara lið mannaðu John Rødgård, Leif Kristensen, Bogi Ziska og Torkil Nielsen.

Vit síggja, at ratingtølini vóru ikki so høg tá sum nú hjá teimum sterkastu.

FAI FAI Faroe Islands 2270 0 : 4 2560 England ENG ENG
Rødgaard 2380 0 – 1 2620 GM Nunn
Kristensen 2300 0 – 1 2610 GM Chandler
Ziska 0 – 1 2510 GM Mestel
Nielsen 0 – 1 2500 IM Watson

Sí eisini

Vánaligt veður

Vegna vánaliga veðurfrosøgn í morgin, 24. november 2024, kunnu feløgini útseta dystir í liðkappingini.