Talv-OL Baku

Ikki færri enn 180 lið verða umboðað á talvolympiaduni í Aserbadsjan í næstum. Á seinastu olympiaduni, sum var í Tromsø í Noregi fyri tveimum árum síðani, vóru liðini í opnu kappingini 172 í alt. Føroyar eru styrkismettar nummar 85 av teimum 180 liðunum.

Russland er styrkismett sum nummar eitt. Manningin verður henda: 1. Kramnik 2. Karjakin 3. Grischuk 4. Tomashevsky 5. Nepomniachtschi. Størsti avbjóðarin verður helst USA, sum er styrkismett nummar tvey. Amerikanska liðið hevur hesa manning: 1. Caruana 2. Nakamura 3. So 4. Robson 5. Shankland. Kina, sum vann kappingina seinast, er styrkismett nummar trý. Tey tíggju londini, sum eru styrkismett hægst eru: 1. Russland 2. USA 3. Kina 4. Aserbadsjan 5. Ukraina 6. Frakland 7. Poland 8. Ongland 9. Ungarn 10. Holland.

Av norðurlondum er Noreg styrkismett hægst sum nummar 17. Heimsmeistarin Magnus Carlsen situr á fyrsta borði.

Helgi í toppform
Helgi Dam Ziska er oddamaður á føroyska landsliðnum. Styrkital hansara er nú 2546. Eingin annar føroyskur telvari hevur verið í nánd av so høgum tali. Flest allir telvarar við líknandi styrkitali eru stórmeistarar, men enn hevur 26 ára gamli havnarmaðurin ikki tryggjað sær fína heitið. Eftir styrkitalinum hevði Helgi sitið á 2. borði á danska, svenska og finska landsliðnum á hesari olympiaduni. Hinir á føroyska OL-liðnum eru John Rødgård, Jóan Hendrik Andreasen, Sjúrður Thorsteinsson og Finnbjørn Vang. Avboð eru frá eitt nú John Arna Nilssen, Olaf Berg og brøðrunum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen. Sjúrður Thorsteinsson er nýggjur á liðnum, og er í løtuni nummar 11 á føroyska styrkilistanum við ratingtalinum 2170. Finnbjørn Vang er eykamaður, men fer ætlandi ikki at telva stórvegis.

Dagførdi topp 10 listin í føroyskari telving sær soleiðis út:

1. IM Helgi Dam Ziska, Philidor & HT 2546
2. IM John Arni Nilssen 2338
3. IM John Rødgård, VT 2336
4. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2315
5. FM Olaf Berg, HT 2312
6. Jóan Hendrik Andreasen, Øbro & HT 2242
7. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2241
8. Flóvin Tór Næs, HT 2229
9. Rógvi W. Rasmussen, 2217
10. Martin Poulsen, HT 2190

397 telvarar eru á almenna styrkilistanum hjá Talvsambandi Føroya.

Talvolympiadan í Baku í Aserbadsjan byrjar 1. september og varir til 14. september.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.