Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22. november kl 14 í Kollafjarðar Skúla.
talv_flagg

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22. november kl 14 í Kollafjarðar Skúla.

 

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um talvið gerst ov drúgt.

Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.

 

Tilmelding í seinasta lagi leygardagin 21. Nov, kl 21

á telduposti:  tilmelding@faroechess.com 

ella tlf.  243637

Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

– tað er ikki at halda seg aftur !

Talvsamband Føroya

 http://faroechess.com 

 

6 av teimum fremstu í hvørjum bólki, samanlagt eftir tvær kappingar, telva í finaluni, sum verður 28/11 í Havn.

Dømi: telvari X luttekur í tveimum kappingum og fær 2 stig í fyrstu kapping og 2 í aðru kapping.

Samanlagt hevur telvari X fingið 4 stig. Telvari Y luttekur í einari kapping og fær 3 stig, samanlagt fær hann 3 stig. Av hesum fer telvari X í finaluna við 4 stigum.

Enda telvarar javnir í stigum, hevur telvari, ið luttekur í báðum undankappingum framíhjárætt.

 

Í finaluni vinna tveir teir fremstu telvararnir í hvørjum bólki sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum fyri skúlaungdóm 2016 í Svøríki.

 

Sí innbjóðing í pdf  fílu her.

 

tsf logo

 

Talvfolk_tegning

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.