Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talv er einfalt!

Talv er einfalt!

Svøríki hevur seinastu árini lagt stóran dent á talv í skúlunum, og tað kemur Carl Fredrik, sum er ein av undangongumonnunum og forseti í Svenska Talvsambandinum, at greiða frá.

Høvuðsboðskapurin er, at talv er einfalt og hevur nógvar ágóðar.

 

Tað er ikki neyðugt at duga mannagongdina, og tað er ókeypis at luttaka – øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Fríggjadagin 22 mei kl. 15.30 verður sama skeið í Ósáskúlanum. Seinna skeiði er eitt sindur meira ætlað teimum, ið duga mannagongdina – tað er tó eingin treyt.

 

 

Talvsamband Føroya

 

Stutt um talv í skúlunum í Svøríki, trýst á riddarin:  

 

 

 

 

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.