Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Small Nations Monaco 3. umf

Enn ein stórsigur til føroyska liðið, hesa ferð stóð Kypros fyri skotum.

Small Nations Monaco 3. umf

Kypriotar hava ein 14 ára gamlan á 1. borði, men talentið frá Kypros hevði ongan kjans móti Helga. 

 

John Arni hevði fyrimun alt talvið og vann ein greiðan sigur á 2. borði.

 

John R. er ikki nøgdur ídag, hann kom væl frá fronsku byrjanini, sum hann kennir út og inn,

men fór skeivur onkustaðni í miðtalvinum. Hettar gav hvítan ein lítlan fyrimun, men tíbetur fyri John, fann kypriotin ikki bestu leikirnar, og endaði talvið javnt. 

 

Olaf telvaði skotsku byrjanina og stóð væl alt talvið. Miðskeiðis ella væl tað, sá út sum at svartur kom fyri seg, men Olaf hevði tamarhald á opnu støðuni, og vann eitt gott talv.

'

6½ stig av 8 møguligum er ein frálík byrjan, og liggja Føroyar nú næstfremst í kappingini.

Tað ger tað heldur ikki verri, at Andorra telvaði javnt móti Malta ídag – eitt óvæntað úrslit. 

Matchstig telja fyrst, síðan borðstig og seinast innanhýsis úrslit, tá ið endaliga støðan skal gerast upp.

 

Liðini, úrslit og støður eru her + LIVE:

http://www.echecs.asso.fr/

 

Blancs Res Noirs    
Monaco 4 0 San Marin    
Andorre 2 2 Malte    
Luxembourg 3 1 Guernesey    
Chypre 0,5 3,5 Iles Feroe    
Liechtenstein 3,5 0,5 Jersey

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.