Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Small Nations Monaco 2. umf

 

Talvlandsliðið legði út við einum 3 - 1 sigri á Luxembourg.

Small Nations Monaco 2. umf

 

 
Helgi á fyrsta borði fekk tíðliga fyrimun í talvinum móti Phillippe Linster, og vann ein greiðan sigur.
 
Á øðrum borði hevði John Arni svarta fólkið móti Christian Jeitz. Talan var um eitt javnt talv, har ikki stórvegis hendi, men javnleikur við svørtum er góðtikið.
John Rødgaard møtti Fiona Steil-Antoni við hvítum. Talvið var róligt við lítlum fyrimuni til John,
men knappliga fekk svartur møguleikar og í endatalvinum var tað Fiona ið royndi at vinna.
Hóast drúgt talv, endaði tað heila við remis.
Olaf Berg telvaði eitt fínt talv við svørtum móti Claude Hoegener, og hálaði ein góðan sigur heim.
 
3 – 1 móti Luxembourg, sum vann seinastu kappingina í Føroyum, er eitt fínt úrslit. Hóast føroyska liðið er styrkismett væl omanfyri Luxembourg, hava tey eitt gott lið. At byrja við einum greiðum sigri í 1. umfari, er altíð ynskiligt og gevur ábendingar um, at kappingin fer at hildnast væl.
 
Týsdagin verður mótstøðuliðið Kypros. Telvingin byrjar kl. 14 og kann fylgjast Live her:
 
Liechtenstein ½ Monaco    
Jersey 0 4 Chypre    
Iles Feroe 3 1 Luxembourg    
Guernesey 0 4 Andorre    
Malte San Marin
 
 
 
 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.