Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Small Nations Monaco 1. umf
Føroyska talvlandsliðið luttekur í Small Nations 2013 í Monaco nú um dagarnar. 
10 smátjóðir eru við í kappingini, og telvað verða 9 umfør, øll móti øllum.

Small Nations Monaco 1. umf

Í ferðalagnum eru IM Helgi Dam Ziska, IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard,
FM Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og Finnbjørn Vang, forseti í TSF sum ferðaleiðari.
 
Føroyska liðið er styrkismett nr.1 við eini miðalrating á 2380 – mesta nakrantíð
hjá føroyska talvlandsliðnum. Andorra hevur 2370 í miðalrating, og væntast kann
at vinnarin finnist millum hesi liðini.
 
1. umfar verður kl. 14 føroyska tíð og møta Føroyar Luxembourg.
Í dag telva Helgi, John Arni, John og Olaf.
 
Fylgjast kann við LIVE á netinum á heimasíðuni hjá franska talvsambandinum:

www.echecs.asso.fr

 
 
 
 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.