Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Steypakappingin 2013

Steypakappingin 2013

Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2012/13 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 18.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.
  • kl. 20.00 (uml.) Skemt við Høgna og Bernie

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2012, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (Finnbjørn Vang). Tilmeldingarfreistin er 17. mei 2013. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 250. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Íroknað luttøkugjaldið er kaffi allan dagin, lættari ábit kl.14 , 3 rættað menu um kvøldið (drykkivøra afturvið høvðusrætti) og skemt.

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

 

 

 

Sí eisini

NM fyri gentir – síðsti dagur

Í gjár vóru 2. og 3. umfar á skránni, og úrtøkan var soltin. Lisa og …