Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 5. mai kl. 13 í skúlanum á Argjahamri

Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.

Telvað verður í minst 3 aldursbólkum:

2 flokkur og yngri

3 til 5 flokkur

6 til 9 flokk

 

Um luttøkan gerst stór verður deilt í smærri bólkar.

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 5. mai kl. 13 í skúlanum á Argjahamri

Tey yngstu telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt fyri at finna

eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa øll okkurt fyri

luttøkuna.

Seinasta freist at melda til er Hósdagin 2. mai á teldupost-adressu: fjallheim@hotmail.com ella

telefon 243637.

Vinarliga upplýsið navn, aldur, flokk og skúla.

 

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva – roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru

byrjaði – tað er ikki at halda seg aftur !

 

Eru spurningar ella ivamál, set teg í samband við okkum.

Vegna Talvsamband Føroya

Elmar Reinert Fjallheim

Liljan Dam Jacobsen

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …