Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv

Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv

 

 

 

 

Talv 1

Hvítur: Skaale, Janus – Føroyar
Svartur: Bajo, Tin – Slovenia

1. e4 e5 2. Nf3 Nc6 3. Bc4 Bc5 Italiensk byrjan4. c3 Nf6 5. d4 Eg valdi  her at spæla Greco Møller álop ístaðin fyri d3 sum er meiri variðexd4 6. cxd4 Bb4+ 7. Nc3 Meiri álopskent enn bispin á d2Nxe4 8. O-O Nxc3 Ikki tann besti leikurin hjá svørtum, vanligi varianturin er(8… Bxc3 9. d5 Bf6 10. Re1 Ne7 11. Rxe4 d6 12. Bg5 Bxg5 13. Nxg5 h6 14. Qe2 hxg5 15. Re1 Be6 16.dxe6 f6 17. Re3 Kf8 18. Rh3 Rxh3 19. gxh3 g6 20. Qe4 Kg7 21. Qxb7 Qb8 22. Qe4 c69. bxc3 Kann ikki takað aftur, Be7 (9… Bxc3 10. Qb3 Bxa1 11.Bxf7+Kf8 12. Bg5 Ne7 13. Ne5 Bxd4 14. Bg6 d5 15. Qf3+ Bf5 16. Bxf5 Bxe5 17. Be6Bf6 18. Bxf6 gxf6 19. Qxf6+ Ke8 20. Qf7#) 10. Re1 Betri hevði verið at flutt d5. d5 11. Bb5 Bd7 Diagram

 

 

Feilur, skuldi verði lopin í borg, so var vandin av. 12. Bxc6 Bxc6 13. Ba3 Kd7 14. Rxe7+ Kc8 15. Ne5 Góður leikur, hóttir Rixf7 og styrkir um álopiðBe8 16. Qg4+ f5 17. Qxf5+ Kb8 Stuttlig støða á borðinum, allir mínir menn uttan rókurin á a1 eru í álopið, og hansara standa og gløða á aftastu rekkju

 

 

 

 

 

 

 

 

18. Rxe8 Diagram. The killer move. Hevði hann tikið vid frúnni so hevði eg flutt Rid2+ Kc8 og so Rif6+ og vunni frúnnaRxe8 19. Nc6+ Tekur hann, kemur Rb1#. Ein fínur siður hjá mær. 1-0

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Talv 2

Hvítur: Yijoon, Jung Ivan – Korea
Svartur: Skaale, Janus – Føroyar

 

1. e4 e5 2. Nf3 Nc6 3. Bb5 Sponsk byrjan a6 Her hótti eg bispin so hann máburtur, ella taka. 4. Ba4 Nf6 5. O-O Bc5 Diagram

Eg dugi ikki spanskt so væl, so hetta er ein stórur feilur sum kostar eina finnu. Eg skuldi heldur havtspælt b5 fyrst, og so bispin út á c5. 6. Bxc6 bxc6 Best hevði helst verið at tykið við d finnuni. 7. Nxe5 Missi finnuna fyri einki, ein sera ring byrjan. O-O 8. d3 Re8 9. Nf3 d6 10. Bg5 Rb8 11. b3 h6 12. Bh4 Bg4 Bindi riddaran. 13.Nbd2 Bb4 Hugsi at taka riddaran á d2, má taka við frúnni og so taka á f3, og geva honum eina dupultfinnu. 14. a3 Bc3 Bíði bara við planinum. 15. Rb1 g5 16. Bg3 Nd7 17. h3 Bh5 18. Qc1 d5 19. b4 a5 20. bxa5 Bxa5 21. Rxb8 Qxb8 22. Qb1 Bxf3 Bíti bara av. 23. Qxb8 Rxb8 24. Nxf3 Rb2 Rókin inn á aðru rekkju. 25. Nd4 dxe4 26. Nxc6 Bb6 27. dxe4 Rxc2 28. Ne7+ Kh7 29. Nd5 Nf8 Koyri riddaran upp á e6. 30. Nxb6 cxb6 31. Rb1 Ra2 Bíti bara av. 

 

 

 

 

 

 

 

32. Rxb6 Diagram. Rxa3 33. Bd6 Ra1+ Skákið. 34. Kh2 Ne6 Og kemur riddarin upp á e6. 35. Be5 Ra2 36. Rb2 Bíti ikki av fyri at halda støðuni, fyri at fáa ein javnleik. Ra4 37. f3Ra5 38. Bc3 Rc5= Bjóði remis eg haldi at støðan er jøvn, sjálvt um hann hevur eina finnu meir. 39. Rb3 Tekur ikki ímóti. Rc7 40. Ba1 Rc2 Hótti riddarin á f4. 41. Rb2 Rc7 Bíti ikki av. 42. Rb8 Kg6 43. Rg8+ Kh7 Einki farligt. 44. Rh8+ Kg6 45. Be5 Rd7 46. Ra8 Rb7 47. Ra2 Rd7= Bjóði aftur javnt. 48. Kg3 Rb7 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

49. f4 Diagram Feilur. gxf4+ 50. Bxf4 Ræðuligur leikur, missur ein heilan mann. Sera gott fyri meg. Rb3+ Her bjóðaði hann mær remis, men eg sigi sjálvandi nei. Hann suffar, heldur um høvdi, ristur við høvdinum. Og so flytur hann. 51. Kh2 Kundi ikki flutt kongin á g4, so kom h5 skák, og hann hevði mist mannin álíkavæl. Nxf4 52. Ra6+ Ne6 53. Ra7 Rb4 54. h4 Rxe4 55. h5+ Tímdi ikki at bíta finnurnar av. Kg7 56. Ra5 Rg4 57. Kh3 Rg5 Eti finnurnar upp. 58. Rxg5+ Nxg5+ 59. Kh4 Kf6 60. g4 Nh7 61. Kg3 Kg5 62. Kh3 Nf6 63. Kg3 Nxg4 64. Kh3 Kf4 

 

 

 

 

 

 

 

 

65. Kh4 Diagram. Vónar kanska at eg fari at flyta riddaran á f2 so støðan verður patt. f5 66. Kh3 Ne5 Spæli bara sikkurt og vinnið. 67. Kh4 Ke3 68. Kh3 f4 69. Kg2 Ke2 Eg kláraði at vinna talvið, hóast eg fekk eina ræðuliga byrjan og misti skjótt eina finnu. Men eg vardi meg væl, og til seinast gjørdi hann ein feil, og var eg klárur og vann sanførandi. 0-1

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …