Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2012/2013

Tilmelding til liðkappingina 2012/2013

Til feløgini.

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2012/2013.

 

Tilmelding til liðkappingina 2012/2013

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Havnin, Sandavágur 1, Vestmanna, Klaksvík 1, Klaksvík 2 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Havnin 2 (flutt niður úr 1. deild) Skopun, Toftir, Havnin 3,  Klaksvík og Rókur (flutt upp úr 3.deild).

 

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldinginarfreistin er sunnudagin 21. oktober 2012, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

 

Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 28. oktober 2012.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

 

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …