Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rókur Open – Rógvi E. Nielsen 5/5!

Rókur Open – Rógvi E. Nielsen 5/5!

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum.

9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum – samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over".

Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum !  Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi.

Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200

 

Endaliga støðan finst á:

http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.