Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2025/2026

Tilmelding til liðkappingina 2025/2026

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2025/2026.

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Havnin 1, Sandavágur 1, Klaksvík 1, Klaksvík 2, Havnin 2 og Sandavágur 2 (flutt upp úr 2. deild).
2. deild: Kollafjørður 1 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 4, Klaksvík 3, Toftir 1, Havnin 3 og Rókur 1 (flutt upp úr 3. deild).
3. deild: Kongshavn 1 (flutt niður úr 2. deild), Gøta 1, Kollafjørður 2, Vestmanna 1, Sandavágur 3 og Klaksvík 4 (flutt upp úr 4. deild).

Tilmeldingarfreisin er mánadagin 6. oktober 2025, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini, at feløgini senda inn styrkilistar sínar.  Á styrkilistanum skal upplýsast fyri hvønn einstakan telvara: Navn og føðidato á nýggjum telvarum.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

Ætlanin er, at liðkappingin byrjar sunnudagin 19. oktober 2025.

Talvini í 1.deild, 2. deild og 3. deild skulu sendast talgilt til kappingarleidarin@faroechess.com. Ynskiligt er, at hetta eisini verður gjørt í 4. deild og unglingum. 

Við talvkvøðu,
TALVSAMBAND FØROYA
Rógvi Egilstoft, kappingarleiðari
kappingarleidarin@faroechess.com
Tlf. +298 271404

Sí eisini

Talvkapping á netinum (GP 1)

Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg …