Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til GP8 – HT Snar 2025

Innbjóðing til GP8 – HT Snar 2025

Sunnudagin, 2. mars kl. 14.00, verður GP8 – HT Snar 2025 telvað í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag.

Kappingin er skipað soleiðis:

Kappingin byrjar kl. 14.00. 9 snartalv verða telavð.

Tíð:

Snartalv: 3 min. + 2 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

  1. 1000 kr.
  2. 600 kr.
  3. 400 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding fer fram á netinum á hesum leinki: Tilmelding

Seinasta freist at melda til er fríggjakvøldið 28.02.2025.

Um ivamál eru um okkurt, eru tit vælkomin at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

Møtið Fjølment !

Talvsamband Føroya og Havnar Telvingarfelag

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.