Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna Grand Prix 3 í Vestmanna

Barna Grand Prix 3 í Vestmanna

Leygardagin, 1. mars kl. 11.00, verður 3. Barna Grand Prix kvikkappingin fyri børn telvað á Miðnám í Vestmanna.

Talan er um 3. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum.

Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á netinum. Melda til við at flytta teigarnar út á leinkini niðanfyri:

Tilmelding 4. flokkur og yngri

Tilmelding 5. flokkur og eldri

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin. 

Um tað eru spurningar um okkurt, eru tit vælkomin at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

Barna Grand Prix

Støðan í 4. flokkur og yngri er at síggja her: Støðan

Støðan í 5. flokkur og eldri er at síggja her: Støðan

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Barna Grand Prix kappingarnar verða telvaðar hesar dagar: 25. januar, 22. februar, 1. mars, 23. mars og finalan 30. mars.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Sí eisini

Beinleiðis frá liðkappingini

10. og seinasta umfar í 1. deild í liðkappingini verður stroymt her á síðuni.