Kollfirðingar – við bakinum til – stríðast við rygginum móti múrinum. Spurningurin er, um teir fara at lívbjarga sær í fremstu deildini.
Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi í áttanda umfari í dag.
Havnarmenn otaðu seg eitt stig longur undan vágamonnum, men enn eru ikki allar súður syftar. Tvey umfør eru eftir, og oddaliðini eiga ein avgerandi innanhýsis dyst eftir í seinasta umfari.
Havnin vann í dag stórsigur 3½ – ½ á uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag, men upp á seg mundi úrslitið hjá Sandavágs Talvfelag móti Klaksvíkar Talvfelag (2½-1½) vera líka gott.
Í næstsíðsta umfari hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn, tá kann tí henda seg, at munurin styttist so mikið, at talan verður um rættiliga FM-finalu í síðsta umfari.
Spenningurin er ikki minni í botninum, tí nú stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Havnina B.
1 deild (8 umfar, 23 februar)
Kollafjørður – Havnin ½ – 3½
Árant Djurhuus – Helgi Dam Ziska 0 – 1
Rógvi Mørkøre – Luitjen Akselsson Apol 0 – 1
Karl M. Dahl – Carl Eli Samuelsen ½ – ½
Markus Jacobsen – Sjúrður Thorsteinsson 0 – 1
Sandavágur – Klaksvík 2½ – 1½
Høgni Egilstoft Nielsen – Ólavur Simonsen 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Rani Baldursson 0 – 1
Jón í Horni Nielsen – Heðin Gregersen 1 – 0
Torkil Nielsen – Terji Petersen ½ – ½
Klaksvík B. – Havnin B. 2 – 2
Haldur S. Johansen – Herluf Hansen ½ – ½
Finnbjørn Vang – Elias Petersen 0 – 1
Wille Olsen – Suni Merkistein ½ – ½
Ingolf Gaard – Óli Joensen 1 – 0
Støðan í 1 deild
Havnin 26 stig
Sandavágur 23½
Klaksvík 19½
Klaksvík B. 11
Havnin B. 8
Kollafjørður 8
Vágamenn halda fast
Oddaliðið í 2 deild úr Sandavági vann aftur ruddiliga í dag. Væl upplagda manningin – Bernhard Augustinussen, Jón Atlason, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen – tykist enn sum áður at hava beina kós móti 1 deild.
Toftamenn hava enn møguleikan, men so skal ein ordans spurtur setast í gongd nú. Toftamenn vunnu hetta umfarið grannadystin á innanmonnum. Á toftaliðnum í dag vóru Andrias Danielsen, Bogi Ziska, Jens Chr. Hansen og Andreas Andreasen.
Í hinum endanum er hørð kapping millum Kongshavn og annað havnarliðið um at sleppa undan niðurflyting.
2 deild (8 umfar)
Sandavágur – Havnin A. 3½ – ½
Toftir – Kongshavn 3 – 1
Havnin B. – Klaksvík 2 – 2
Støðan
Sandavágur 21 stig
Klaksvík 17½
Toftir 17
Havnin B. 17
Kongshavn 12
Havnin A. 11½
Sundalagsmenn ella gøtumenn
Í 3 deild stendur kappingin um uppflyting millum Rók úr Sundalagnum og Gøtu Talvfelag. Sundalagsmenn hava verið á odda og eru tað framvegis, men gøtumenn eru í hølunum á teimum.
Martin Brekká sást á liðnum hjá Róki í dag. Annar styrkur kundi verið Finnbjørn Zachariassen. Teir báðir høvdu óivað verið hentir í 2 deild komandi kappingarár.
3 deild (8 umfar)
Sandavágur – Rókur 1 – 3
Kollafjørður – Gøta 2 – 2
Havnin – Vestmanna 2 – 2
Støðan
Rókur 21 stig
Gøta 19½
Kollafjørður 17½
Vestmanna 17
Sandavágur 12½
Havnin 9½
Telvað hevur eisini verið í 4 deild í dag, men haðani eru ikki øll úrslitini komin enn.
Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini. Í fremstu deildini verður telvað soleiðis:
1 deild (9 umfar, 9 mars)
Havnin – Klaksvík
Klaksvík B. – Sandavágur
Havnin B. – Kollafjørður
1 deild (10 umfar, 22 mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík – Havnin B.
Kollafjørður – Klaksvík B.