Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkappingar á netinum um ársskiftið

Talvkappingar á netinum um ársskiftið

Skipað verður fyri 2 kappingum á netinum um ársskiftið.

Nýggjársaftan 2024 (31.12.2024 kl. 15.00)

Telvað verður 7 umfør við tíðini 3. min. + 2 sek. Kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/5332667

 

Nýggjársdagur 2025 (01.01.2025 kl. 19.00)

Telvað verða 7 umfør við tíðini 5 min. + 2 sek. kappingin er at finna her: https://www.chess.com/play/tournament/5332669

 

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum. Bæði vaksin og børn, roynd og óroynd.

Fyri at luttaka í kappingini, skal ein verða limur í bólkinum hjá Talvsambandi Føroya. Bólkurin er at finna her: https://www.chess.com/club/talvsamband-foroya

Bert limir, har ein sær hvør eigur brúkaran, sleppa við í bólkin.

 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.