Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping á netinum

Talvkapping á netinum

Í kvøld kl. 19.00 verður talvkapping á netinum. Telvað verður 9 umfør við tíðini 3 min. + 2. sek.
 

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingin. Bæði vaksin og børn, roynd og óroynd.
Fyri at luttaka í kappingini, skal ein verða limur í bólkinum hjá Talvsambandi Føroya. Bólkurin er at finna her: https://www.chess.com/club/talvsamband-foroya
Bert limir, har ein sær hvør eigur brúkaran, sleppa við í bólkin.
Møguligt er at tilmelda seg ein tíma áðrenn kappingin byrjar.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.