Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit frá FM fyri gentur

Úrslit frá FM fyri gentur

Tann 30. november var FM í talvi fyri gentur hildið í Kolshøll á Eiði. 5 umfør vóru telvað, og 6 gentur kappaðust um FM heitið, umframt úttøku til norðurlandameistaraskapið fyri gentur. NM verður í 2025 í Danmark.

Talvsamband Føroya hevur seinastu 2 árini sent 2 umboð til NM fyri gentur á hvørjum ári. NM er skipað í 3 aldursbólkum, U13, U16 og U20, og seinnu árini hava Føroyar bara haft luttakarar við í yngsta bólkinum. Tó eru vónir um at hava umboð í øllum bólkum í framtíðini. 

Aldursbólkarnir til NM eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2004-2007

Bólkur B U16: Fødd í 2008-2009

Bólkur C U14: Fødd í 2010- og yngri

 

Úrslit frá FM fyri gentur 2024:

Eins og í undanfarnu árunum vóru tað Lisa Xin og Natasja Mørkøre báðar, sum kvalifiseraðu seg til NM. Tær vórðu ávikavíst nummar 1 og 2 í FM kappingini. Lisa fekk fult stigatal, og Natasja misti bara 1, og tað var ímóti vinnaranum. Síðani varð Annika Lutzen nummar 3 við 3 út av 5 møguligum stigum. 

Men ongin fór tómhentur heim, tí sum gávu fyri 2 árum síðani, stuðlaði Klaksvíkar Kommuna føroyskari gentutelving við vøkrum hálsketum; hálsketur við silvurlittari frúgv hangandi í, til tær ið luttóku í FM í 2022. Nakrar av hesum hálsketunum lupu av tað árið, og komu til sín rætt í ár.

Við hesum vil TSF ynskja Lisu og Natasju enn einaferð hjartaliga tillukku við NM úttøkuni, og bestu eydnu til norðurlendsku kappingina.

 

 

Sí eisini

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 5. til 6. apríl fyri talvlegu fyri børn og ung. …