Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM Ung-lið: Sandavágur tók alt !

FM Ung-lið: Sandavágur tók alt !

 

Í bólkinum 4 flokkur og yngri, telvaðu Sandavágur, Klaksvík, Velbastaður og Kollafjørður um FM-heitið.

Flest øll høvdu sandavágsdreingir og klakvíkingar sum favorittar, men Velbastaður ið luttekur fyri fyrstu ferð,
gjørdu av álvara vart við seg longu í fyrsta talvdystinum í Klaksvík, tá ið teir taptu tepurt móti klaksvíkingum.

Tískil bleiv finalan bert enn meira spennandi við 3 jøvnum liðum, og Kollafirði sum "outsider".
Telvað bleiv dupultumfar tvs. 2 reisir móti hvørjum øðrum og tá avtornaði vann Sandavágur. Tó skal sigast, at sigurin var alt annað enn lætt vunnin.
Undan seinasta umfarinum var Velbastaður 2½ stig frammanfyri Sandavág, og møttust hesi liðini til seinasta dyst. Kravið til Sandavág var 3½ stig av 4 møguligum.
Tá ið seinasta talvið í dystinum er um at vera liðugt, er støðan 3 – 0 til Sandavág. Men 4. borðið hjá Sandavági stendur klárt til tap, og kann í mesta lagi
fáa remis. Vinnur Velbastaður seinasta talvið eru teir FM vinnarar, meðan sandavágur fer við øllum um annað úrslit fyriliggur.
Í allar seinastu leikunum, meðan mannarúgvan bara veksur um borðið, kemur vantandi rutinan hjá velbastað, sandavágsdreingjum til hjálpar –
svartur stendur patt, hálvt stig til hvønn og rómur er á vágafólki !

Samanumtikið vóru sandavágsdreingir fult uppibornir vinnarar, meðan velbastaður á øðrum plássi vístu framúr góðan vilja og evnir.
Klaksvíkingar høvdu helst ætlað sær meiri, men teir "raktu ikki dagin" í finaluni.  

Í bólkinum 5 flokkur og eldri, telvaðu Sandavágur, Havnin, Kollafjørður 1 og Kollafjørður 2.
Kappingarhátturin var tann sami sum hjá 4. fl. og yngri, dupultumfar v/ øll móti øllum.

Her vóru Sandavágur og Havnin klárt favorittar, og megnaði Kollafjørður ikki at blanda seg uppí oddastríðið.
Eisini í undankappingunum vóru tað Havnin og Sandavágur, sum lógu stavn um stavn. Bæði í fyrru og seinnu undankapping, var tað bert ½ stig,
ið skilti liðini til endans.

Í finaluni varð munurin øktur til 1 stig, men tað var eftir tógvið stríð og nógvar nervapirrandi løtur. Sum dømi kann nevnast næstseinasta umfar,
har Havnin møtir Sandavági. Sandavágur vann beinanvegin á 1. og 4. borði, meðan Havnin vann á 3. borði stutt aftaná. Eftir sita so 2. borð hjá liðunum,
har Havnin hevur greiðan fyrimun og nógv betur tíð. Havnin kann toga seg framum Sandavág við sigri, meðan Sandavágur framvegis er fremst, um dysturin endar javnur.
Tá ið góð løta er gingin, og ein rúgva av bæði góðum og minni góðum leikum eru fluttir, tapir havnin uppá tíð !
"Hepnið fylgir tí góða", plagdi Bent Larsen at taka til.

Seinasta dystin vann sandavágur 4 -0 og gjørdust FM vinnarar 2011 !
    
Sandavágur vann báðar undankappingarnar og finaluna. Teir gjørdust uppiborið vinnarar, men høvdu harða kapping við Havnina.

Kollafjørður 1 gjørdust nr. 3.

Afturat FM-bólkunum telvaðu øll hini liðini í einum opnum bólki. Hesi liðini telvaðu um plaseringar og luttóku:
Klaksvík, Velbastaður og Kollafjørður hevði 4 lið.

 

Sandavágur hevur í talvárinum 2010/ 11 heintað hesar sigrar:

 

Føroyameistarar í 1. Deild, liðkapping

Føroyameistarar í Unglingum, liðkapping

Føroyameistarar í FM Ung-lið 4. flokkur og yngri

Føroyameistarar í FM Ung-lið 5. flokkur og eldri

 

FM fyri einstaklingar, Unglingaføroyameistari; Silas Eyðsteinsson

FM fyri einstaklingar, Vinnari av 1. bólki: Høgni E, Nielsen

 

Hjartaligani til lukku til Vága Kommunu og Sandavágs Talvfelag.

 

Myndir eru í myndasavninum

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …