Sunnudagin vóru frálíku hølini hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen karmar um fyrstu talvkapping kappingarárið 2024/25.
Skipað varð fyri liðkapping í tveimum bólkum. Yngri bólkurin er fyri 4. flokki og yngri, meðan eldri bólkurin er fyri 5. flokk og eldri. Til samans luttóku 44 børn býtt á 10 lið.
Kappingin gekk væl. Bæði børn og vaksin hugnaðu sær, samstundis sum børnini fingu fleiri royndir við talvborðið og við at brúka klokkuna. Hetta er høvuðsendamálið við hesum kappingunum.
Í eldra bólkinum vann Havnar Telvingarfelag 1 við 19,5 stigum, Talvfelagið Rókur bleiv nr. 2 við 11,5 stigum, og Havnar Telvingarfelag 2 bleiv nr. 3 við 9,5 stigum.
Í yngra bólkinum vann Havnar Telvingarfelag 6 við 19 stigum, Kollafjarðar Talvfelag bleiv nr. 2 við 14 stigum, og nr. 3 bleiv Havnar Telvingarfelag 3 við 14 stigum.
Næsta liðkapping fyri børn verður sunnudagin 27. oktober. Vónandi verða tað enn fleiri børn, sum fara at royna seg tá.