TT-Kvik útsett

TT-Kvik skuldi eftir ætlan telvast á Toftum leygardagin 11.03.2023, men er flutt til sunnudagin 19.03.2023. Innbjóðing til kappingina kemur í komandi viku.

Les meira »

FM-finalan bíðar

Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag fara aftur í ár at avgera kappingina um FM-heitið í beinleiðis innanhýsis finaludysti í seinasta umfari í landskappingini annan leygardag.    Vágamenn eru tvey stig fremri, men vinna havnarmenn dystin 3-1, hava teir í minsta lagi tryggjað sær umdyst um FM-heitið. Oddaliðini gjørdu bæði bart í níggjunda og næstseinasta umfari í gjár.

Les meira »

Spenningur um FM-heitið

Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum.  Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.

Les meira »

Innbjóðing: VT-snar 25.02

8’inda og triðsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í miðnámsskúlanum í Vestmanna leygardagin 25.02. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

NM 2023: Luitjen vann bronsu

Sunnukvøldið endaði kappingin um NM meistaraheitið 2023 fyri skúlaungdóm. Besta úrslitið hjá okkara telvarum fekk Luitjen A. Apol, ið vann bronsu í næstelsta bólkinum.

Les meira »