Sunnudagin 1. oktober verður liðkapping fyri børn í Hólmahúsinum á Eiði. Kappingin byrjar kl. 13:30. 4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.
Les meira »Kappingarkalendarin 2023/24
Árligi kappingarkalendarin hjá Talvsambandinum er nú komin. Hann er fullur av tiltøkum, sum verða skipaði av talvfeløgunum kring landið. Undirtøkan er góð á hvørjum ári, og er tí talið av kappingum støðugt vaksandi. Serliga er at gleðast um tær heili 17 barnavinarligu kappingar á skránni. Tann fyrsta verður longu nú, komandi vikuskifti á Eiði.
Les meira »Tilmelding til liðkappingina 2023/2024
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2023/2024.
Les meira »Havnarmenn vunnu
Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár. Hesaferð vunnu havnarmenn. Úrslitið var 6½ – 3½.
Les meira »Ólavsøkutelving á Finsen
Aftur í ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at kappast á tíggju talvborðum ólavsøkuaftan. Byrjað verður eftir kappróðurin klokkan 18. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Telvararnir fáa fimtan minuttir í part til talvið umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin.
Les meira »Føroyski toppurin dagførdur
Úrslitini í FM-kappingini í talvi um páskirnar síggjast aftur í spildurnýggja styrkilistanum, sum altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt um mánaðarskiftið. Onkur gongur fram, annar aftur. Vit síggja, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur aftur togað seg uppum 2400-markið, bróðirin Rógvi er komin fyri seg aftur eftir laka úrslitið í FM-einstaklingakappingini í fjør, vánaliga FM-úrslitið hjá Olaf Berg á páskum verður kontant avroknað í nýggja mai-yvirlitinum, góða FM-úrslitið hjá Carl Eli Samuelsen sæst aftur, o.s.fr.
Les meira »NM fyri gentur 2023 – endaspurturin
Sunnudagin vóru 2 tey seinastu umførini av NM fyri gentur telvað á hesum sinni. Føroysku genturnar hava telvað væl, og lært so nógv við at hava verið við í sterku kappingini. 2 stig komu til høldar til Føroyar, og má sigast at vera eitt flott avrik frá tveimum teimum yngstu luttakarunum í U13 bólkinum. Bæði stigini vann Lisa J. Xin okkum í gjár.
Les meira »Steypakappingin 2023
Steypakappingin varð hildin leygardagin 22/4 á Eiði. Talvfelagið Rókur hevur veruliga roynt seg sum fyriskipara seinasta árið við FM fyri einstaklingar í 2022, síðani FM í kvik- og snartalvi og nú steypakappingina. Stórt rós til felagið og fólkini rundan um.
Les meira »Dagur 2: NM fyri gentur í svøríki
Í dag vóru 2. og 3. umfar telvað í NM fyri gentur 2023. Í 2. umfari møtti Natasja Mørkøre finsku Mehr Bhaumik (1208 í ratingstigum). Natasja kom væl frá byrjanini, og telvaði trygt og væl líka inntil 18. leik. Tá yvirsá hon hvussu
Les meira »NM fyri gentur er í Svøríki
Føroyar eru fyri fyrstu ferð í mong ár umboðaðar til Norðurlandameistaraskapið fyri gentur í talvi, sum hesar dagarnar verður telvað í Helsingborg í Svøríki. Føroysku luttakararnir eru Natasja Mørkøre og Lisa J. Xin. Tær telva við í yngsta bólkinum (C), sum er U13.
Les meira »