Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina.
Les meira »HT-Open 2020
Komandi vikuskiftið 13.-15. mars verður HT-Open telvað í Gulaskúla í Havn. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.
Les meira »Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2020
Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020.
Les meira »Eyka aðalfundur – 11. mars kl. 17
Eyka aðalfundurin verður hildin mikudagin 11. mars kl. 17.00 í Gula skúla, Landavegur 30, Tórshavn.
Les meira »Vágamenn á FM-kós
Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg í dag. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0. Havnarmenn fingu sum væntandi var munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½. Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild fyri seinasta umfar.
Les meira »Dystir í 3. deild útsettir
Vegna vánalig koyrilíkindi eru dystirnir millum Kollafjørð 3 – Vestmanna 2 og dysturin millum Runavík 2 – Sandavág 3 útsettir.
Les meira »Hvør tekur leiðsluna?
Nú verður farið undir endaspurtin í landskappingini í talvi millum feløg. Fyri dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í morgin sunnudagin stendur á jøvnum í fremstu deildini millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag. Bæði liðini hava 24 stig. Klaksvíkar Talvfelag hevur á triðja plássi 18½ stig.
Les meira »Barnakapping í Kollafirði 8. mars
Barnakappingarnar eru serliga ætlaðar børnum, sum nýliga eru byrjaði at telva, ella ikki hava so nógvar royndir við at telva kappingar. Einasta treyt fyri at luttaka er, at barnið dugir mannagongdina.
Les meira »Kvik-kapping á Eiði leygardagin
8. Grand Prix kapping verður telvað leygardagin. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og óroynd. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum. Meira kann lesast um tær her: https://faroechess.com/?p=1602
Les meira »Stavn um stavn
Nú tvey umfør eru eftir í landskappingini í talvi stendur á jøvnum í oddanum í 1. deild millum føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn vóru tvey stig fremri fyri dystirnar í dag, men tann leiðslan er nú fokin. Klaksvíkingar megnaðu javnleik 2-2 móti sandavágsmonnum í Vágum í dag, og havnarmenn vunnu 4-0 á kollfirðingum.
Les meira »