Luitjen í stórum stíli!

Í dag vann Luitjen HT unglinga uppgerðina í stórum stíli. Enn tá við tí svarta fólkinum. Teir báðir byrjaðu við eini London líknandi byrjan, sum Elias handfór skeivt tíðliga í talvinum. Og tá hann fór í longuborg og hartil lat kongastøðuna upp við finnuleikinum á c3, var Luitjen í sínum rætta álops elementi. Við taktiskum snildum kombineraði hann seg inn í hvítu støðuna hjá Eliasi, sum til seinast var nóg stórur til at lata Luitjen seta seg skák og mát.

Les meira »

Elias brillierar!

Tað fyrsta markanta úrslitið í ársins FM kapping kom longu í 1. umfari. Ungi havnarmaðurin Elias Petersen fekk ein góðan skalp í dag, tá hann útspældi Hans Kristian í miðspælinum. Fyrst fekk hann eina finnu og seinni fangaði hann riddaran hjá Hans Kristiani, sum brádliga ongir puntar hevði at flyta til. Talvið byrjaði við tí ensku byrjanini og teir telvaðu symetriskt nakað inn í byrjunarspælið. Men tá Hans Kristian heldur optimistiskt smekkaði finnuna út á e4 og at síggja til fekk eitt gott tak á miðjuni, kundi Elias við eini taktiskari snildu simpulthen taka finnuna. Tá riddarin eisini reyk, var støðan tapt og Hans Kristian gavst. 

Les meira »

Hvør verður føroyameistari?

Klokkan tvey í dag vórðu fyrstu leikirnir fluttir í FM-kappingini í talvi 2025. Favorittarnir eru Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Ilt er at ímynda sær nakran annan í meistarabólkinum, sum kann standa hesum báðum kurl. Í alt 56 telvarar eru við í FM-stevnuni á Skúlatrøð í Klaksvík. Til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum borðum. Telvað verður í sjey dagar til langa fríggjadag, tá kappingin endar.

Les meira »

Í dag byrjar FM fyri einstaklingar 2025

Fyrsta umfar verður telvað í dag klokkan 14:00 uppi á Skúlatrøð Kappingin hevur tilsamans 44 luttakarar. Í Landsliðsbólkinum luttaka átta telvarar við Høgna Egilstoft sum rating favoritti við einum styrkistali uppá 2374.

Les meira »

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 5. til 6. apríl fyri talvlegu fyri børn og ung. Legan verður í Kollafirði. Vant verður í skúlanum og gist verður í skótahúsinum. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur, matur, spæl og gisting. Vant verður í ymsum styrkibólkum. Venjarar á hesi legu eru Luitjen Akselsson Apol, Haldur Suni Johansen og Árant Djurhuus.

Les meira »

Innbjóðing til GP Finaluna 2025

Leygardagin 29. mars verður Grand Prix finalan telvað í Sandavági. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teimum, sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið í GP kappingum hetta kappingarárið.

Les meira »

Havnin sigraði

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár. Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.

Les meira »