Úrslit frá TT Barna Open

Barnatelving er av álvara við at koma seg aftur, eftir dvaluna undir koronutíðini. TT BarnaOpen varð telvað sunnudagin í hølum Tofta Talvfelags, og luttóku heili 52 børn! Hettar er ein stórur vøkstur, í mun til kappingarnar sum hava verið bæði fyrr í hesum og tey seinastu kappingarárini.

Les meira »

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2023

Havnar Telvingarfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2023. Havnar Telvingarfelag verður 100 ár tann 18. apríl, og tað hátíðarhalda vit við góðum virðislønum.

Les meira »

Innbjóðing: TT BarnaOpen 12.02 á Toftum

Komandi sunnudag, tann 12. februar, verður barnatalvkapping í hølum Tofta Talvfelags, á Toftavegi 20. Talan er um opna kapping, har ið 7 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik. Kappingin byrjar kl. 14:00. Aldursmarkið fyri luttøku er 17 ár (skúlaaldur).

Les meira »

Broytingar í talvkalendaranum

Av tí at Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung verður í døgunum 17.-19. februar eru nakrar broytingar gjørdar í talvkalendaranum. Broytingarnar eru hesar: 8. umfar í liðkappingini er flutt frá 19.02.2023 til 26.02.2023. VT-Snar er flutt frá 18.02.2023 til 25.02.2023. Broytingar eru eisini gjørdar í kalendaranum til børn og ung. Sí dagførda kalendaran her: Talvkalendarin Talvkalendarin børn og ung

Les meira »

Oddaliðini vunnu spælandi

Tað styttist við einum hálvum stigi millum oddaliðini Sandavág og Havnina í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.   Hesaferð eydnaðist A-liðnum hjá Havnini at vinna 4-0 á felagsins B-liði í innanhýsis dysti teirra millum. Ofta hevur B-liðið argað A-liðið, men hesaferð vóru føroyameistarnir eirindaleysir. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Les meira »

Kjølur Open 2023

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2023 dagarnar 27.-29. januar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2022/23. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

Rókur Open 2023

Komandi vikuskiftið 13.-15. januar 2023 verður Rókur-Open telvað í skúlanum á Eiði. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Sandavágsmenn vunnu

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í dag.  Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini. 

Les meira »