Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Albania ov sterkir

Albania ov sterkir

Føroyska talvlandsliðið formáddi sær lítið móti Albania í síðsta umfari í EM-stevnuni í Montenegro mánadagin.
 
Vit taptu 3½-½. Bara veteranurin John Rødgaard var mentur at halda tørn. Hóast Albania var greiður favorittur, høvdu fleiri ivaleyst vónir um frægari úrslit enn hetta.  

Men kanska rindaðu okkara menn prísin til endans fyri ongan tiltaksmann til at hava at loysa av, tá onkur kennir seg móðan ella útbrendan. Í øllum førum tóktust føroysku telvararnir ikki sørt máttleysir í hesum síðsta dystinum.
 
Føroyska liðið í EM-kappingini í Montenegro. F.v. Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og liðleiðarin Ingolf Gaard.
 
 
9 umfar – EM í Montenegro (20. november)
Føroyar – Albania ½ – 3½
1. Høgni Egilstoft Nielsen (2387) – IM Pasko Llambi(2395) 0 – 1
2. Martin Poulsen (2291) – IM Dritan Mehmeti (2377) 0 – 1
3. Rógvi Egilstoft (2254) – IM Franc Ashiku (2396) 0 – 1
4. IM John Rødgaard (2281) – Zino Veleshnja (2269) ½ – ½
 
 
Næstaftast
 
Føroyar endaðu nummar 37 av 38 londum. Vit fingu Skotland afturum okkum. Føroyar vórðu styrskimettar nummar 36, men Kosovo, sum var styrkismett nummar 37,  stóð seg betri enn Føroyar.
 
Føroyska liðið tapti seks dystir, vann ein og spældi tveir javnar. Føroyar vunnu á Skotlandi og spældu 2-2 móti Finnlandi og Kosovo.
 
Sum heild stóðu føroysku telvararnir seg soleiðis, sum væntandi var. EM er fyri tey stóru londini. Mótstøðan er tí nógv harðari enn til OL fyri ikki at tala um Small Nations. Vit eru hitt einasta av smærru londunum, sum hætta sær við. Eingin av hinum, sum vit kappast ímóti í smálandakappingini, er við í EM.
 
 
Helgi
 
Av tí sama var stórur saknur í Helga Dam Ziska. At Føroyar fara til EM uttan einasta stórmeistaran, kann tykjast at vera møtimikil gerningur. Men hinir eiga rós uppiborið fyri, at teir vóru fúsir at fara undir so stóra avbjóðing uttan hann. 
 
Tað er eingin ivi um, at Helgi hevði gjørt stóran mun í Montenegro. Og úrslitið hevði uttan iva verið eitt annað, hevði hann tikið sløgini á tí ábæra og krevjandi uriaspostinum, sum 1. borð er. Annað er, at hinir høvdu tá eisini kunnað flutt eitt borð longur aftur. 
 
Vit mugu tí vóna – og hálvgum krevja – at Talvsamband Føroya og stórmeistari okkara tosa seg til sættis, soleiðis at Helgi verður okkara sjálvsagdi oddamaður, tá Føroyar skulu kappast móti øðrum londum í altjóða talvkappingum. 
 
 
Javnt gott
 
Taka vit endaligu úrtøkuna hjá okkara monnum, sæst, at eingin skaraði framúr, og eingin dumpaði. Tað var á góðari leið, hvørki meira ella minni. Úrslitini broyta lítið og einki styrkitølini.
 
Høgni var stinnur á 1. borði, men hoknaði eitt sindur móti endanum. Martin er Martin. Eitt sindur av cowboytelving er altíð uppi í, treyðugt so, men tá ið andin er yvir honum, er hann ikki mjúkur at strúka. 
 
Nakað tað sama kann sigast um Rógva. Hann byrjaði væl, telvaði trygt og sannførandi, hevði ein flottan remis móti sterkum stórmeistara úr Grikkalandi, men hetta, ið líktist einum meira búnum, altjóða sniði í telvingini fánaði so við og við, og til endans sóu vit aftur hin gamla Rógva við meira váðafúsari og kompromisleysari telving. 
 
 
John
 
John Rødgaard var kanska bjartasta ljósglæman á liðnum. John hevði eitt rættiliga miseydnað EM seinast, men hesaferð sóu vit John aftur soleiðis, sum vit minnast hann best. Tey, sum hava róð fram undir, at John er farin at eldast, og átti ikki  longur at verið sjálvsagdur partur av føroyska landsliðnum, fingu her helst annað at síggja. Gaman í er hann ikki longur tann John, sum vit minnast frá stórleikadøgum, men hansara tryggi, internationali stílur ber framvegis langt. 
 
Her kunnu hinir – Høgni, Rógvi og Martin – framvegis taka við læru. John er væl skúlaður telvari. Hann hevur størri kunnleika um talv enn hinir – Helgi tó undantikin. Og vitan munar, tá mótstøðan er so stór sum í einari EM-kapping, sjálvt um tú ert blivin 68 ár, og kundi verið pápi at øllum hinum. Eg dugi tí ikki at síggja annað, enn at John verður við aftur, tá Føroyar fara á talvolympiadu í Ungarn í september næsta ár. 
 
Teir, sum tala fyri einum ættarliðsskifti, mugu bara sjálvir bretta upp um armar og vísa í verki, at teir eru betri enn veteranurin. Og vit kunnu kanska hóskandi spyrja nær ættarliðsskiftið kemur. Hvar eru hinir, sum skulu loysa pensjónistin í Esbjerg av? Hvørjir hava eldhugin hjá honum at telva, og drívmegina at fara við til OL, til EM, til Small Nations? 
 
Hesaferð rakk hann teimum 300 landsdystunum fyri Føroyar. Eingin ger honum tað eftir. Filipinski stórmeistarin Eugenio Torre og glataði spælimaðurin av bretsku jómfrúoyggjunum, Bill Hook, sáli, eru kanska teir einastu, sum hava fleiri landsdystir á baki í talvi enn John. 
 
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum var henda:
 
1. Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9 (-4,4)
2. Martin Poulsen 3/9 (-7)
3. Rógvi Egilstoft 3½/9 (+ 3,8)
4. John Rødgaard 4/9 (-4,4)
 
Serbia vann EM, Týskland var nummar tvey og Armenia nummar trý.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …