Liðkapping 2025/26 byrjar

Sunnudagin 19. oktober byrjar liðkappingin í talvi. 30 lið eru tilmeldaði hetta kappingarárið. Ongantíð áður hava so nógv lið luttikið í liðkappingini.

Les meira »

Tepurt tap fyri Georgia

Vertstjóðin Georgia hevur heili fýra lið við í EM-stevnuni í Batumi. Talv hevur djúpar røtur í landinum. Har yðjur í telvarum. Hóast íbúgvaratalið einans liggur um slakar fýra milliónir, so duga flest øll í landinum at telva. Nógvir góðir telvarar eru haðani. Í nógv ár dugdu eingi konufólk so væl at telva sum tær bestu í Georgia. Nona Gaprindashvili var best í heiminum í drúgt áramál, hon sigst vera fyrimynd til kvinnutalvúrmælingin í filminum "Queens gambit", sum nógv hava sæð á Netflix. Og henni á baki kom Maja Chiburdanidze. Í 2018 hýsti Georgia talvolympiaduni, og í ár skipa teir fyri EM-stevnuni. Georgia, sum í síni tíð var partur av sovjetiska talvskúlanum, er rættilig talvtjóð.

Les meira »

Vunnu á Skotlandi

Føroyska talvlandsliðið fekk ein søtan EM-sigur í Georgia í fimta umfari í gjár hósdagin. Tað eydnaðist við bit og slit at vinna lykladystin móti Skotlandi. Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft vunnu, Høgni Egilstoft Nielsen telvaði remis, og Martin Poulsen tapti.  Sigurin ber í sær, at Føroyar hava lagt Skotland og Írland afturum seg.

Les meira »

Finnland var ov sterkt

Føroyska talvlandsliðið tapti í dag 3-1 fyri Finnlandi í fjórða umfari í EM-stevnuni í Georgia. Brøðurnir Høgni og Rógvi telvaðu báðir remis við hvíta fólkinum, men vóru teir eitt sindur stinnari, vunnu báðir.  Finnland var favorittur at vinna dystin. Á øllum borðum høvdu teir altjóða meistarar við hægri styrkitølum enn okkara mótstøðumenn. 3-1 til Finnland kemur tí ikki av ongum, kortini kunnu vit harmast, at byrurin ikki var okkum blíðari.

Les meira »

Vónbrot í Batumi

Tað gongur ongan veg hjá føroyska talvlandsliðnum í EM-kappingini í Georgia.   Í dag skuldi tað vera. Vit møttu Írlandi, sum er styrkismett niðast av teimum fjøruti liðunum í kappingini. Men vit taptu. Hóast føroysku telvararnir vóru favorittar á øllum borðum við hægri styrkitali enn mótstøðumenninir, vann Írland kortini dystin 2½ – 1½.

Les meira »

Aftur hálvt stig

Føroyar taptu eisini annan dagin í EM-kappingini í talvi 3½-½. Hesaferð móti Litava. Úrslitið kennist heldur snópisligt, tí møguleikar vóru fyri frægari úrtøku, tó at litavar høvdu sterkari telvarar á øllum borðum.

Les meira »

Móti Litava

Mótstøðan verður aftur hørð í dag í EM-stevnuni fyri landslið í talvi í Georgia. Føroyar møta í øðrum umfari Litava. Baltiska liðið, sum er styrkismett nummar 26, hevur á fremstu trimum borðunum stórmeistarar við einum miðalstyrkitali, ið liggur um 2550. Litava var í gjár fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka armenska liðnum, sum er styrkismett nummar seks. Armenia hevur fyrr vunnið talvolympisku leikirnar. Føroyar taptu 3½-½ fyri Kroatia.

Les meira »

Hálvt stig móti Kroatia

Við svarta fólkinum á fjórða borði eydnaðist Martini at telva seg til javnleik eftir 33 leikir. Martin tóktist hava tamarhald á talvinum allan vegin. Byrjanin var fronsk, eitt skifti hevði kroatiski stórmeistarin lítlan fyrimun, men tjúgundi leikur hjá honum var í linara lagi; Martin fekk tí javnað støðuna, og eftir tað vikaðist javnvágin ikki.

Les meira »

Føroyar til EM í talvi

Sunnudagin verða fyrstu leikirnir fluttir í stóru EM-stevnuni í talvi fyri landslið. Telvað verður suðuri við Svarta Havið í georgiska høvuðsstaðnum Batumi. 39 lond verða við. Føroyar eru styrkismettar nummar 36. Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2323. Tey trý londini, sum eru styrkismett niðari, eru Kosovo (2310), Skotland (2214) og Írland (2164). Týskland, Holland og Ungarn eru styrkismett ovast.

Les meira »