Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 7, Kjølur Open, vikuskiftið 31. januar – 02. februar
Seinastu Tíðindini
Barna Grand Prix í Finsen
Leygardagin bleiv fyrsta av fimm Barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað bleiv í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. 31 børn luttóku í kappingunum.
Barna Grand Prix í Finsen
Komandi leygardag, 25. januar kl. 13.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Finsen í Tórshavn. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.
Dani vann Janus Open

19 ára gamli Casper Liu úr Danmark vann stóru Janus Open-talvkappingina á Eiði. Eingin føroyskur telvari røkk upp millum fremstu tríggjar telvararnar í kappingini.
Tað gjørdist eitt finalutalv burturav í seinasta umfari í dag millum oddamenninar Ádam Ómarsson úr Íslandi, sum vann fyrstu seks talvini í kappingini, og avbjóðaran, Casper Liu, sum var eitt hálvt stig aftari.
Casper koppaði íslendska hvirluvindinum og tryggjaði sær einsamallur sigurin í kappingini.
Casper Liu er 19 ára gamal. Hann endaði nummar trý í DM-meistaraflokkinum í fjør, fyrsta árið, ið hann var skikkaður at telva um DM-heitið. Vit fara tí væntandi at hoyra meira um hann í komandi tíðum.
Sama kann ivaleyst sigast um tann bara 17 ára gamla Ádam Ómarsson úr Íslandi, sum var um reppið at vinna kappingina. Kanska verður hann nýggi stórtelvarin, sum íslendingar bíða eftir.
Favoritturin sveik
Føroysku úrslitini vóru í lakara lagi. Okkara OL-telvarar, Høgni, Luitjen og Rógvi, høvdu hægstu styrkitølini av øllum, men eingin teirra røkk fram millum teir fremstu tríggjar í røðini.
Stórfavoritturin Høgna Egilstoft Nielsen hevði heldur miseydnaða kapping. Hann tapti fyri tveimum íslendingum, Páll Gauti Jónsson og Símun Thorhallssyni, og reyk tí afturum í røðini.
Rógvi Egilstoft var fyri somu lagnu, og endaði uttan fyri topp 10. Sum høvuðsfyriskipari hevur hann rímiligt ikki fingið hugsavnað seg til fulnar um sjálva telvingina.
Besta føroyska úrslitið fekk føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Hann endaði nummar fýra, men spilti sær spælið við at tapa fyri tí unga Peturi Gardar Magnussen. Luitjen fekk ongantíð høvið til at møta teimum fremstu í kappingini, tó at hann vann hini seks talvini.
Til stuttleikar kann nevnast, at av feðgunum í Sandavági var pápin, Torkil Nielsen, bestur hesaferð. Hann legði báðar synirnar, Høgna og Rógva, aftur um seg. Torkil vann í síðsta umfari spælandi á Páll Gauta Jónssyni, sum koppaði Høgna tíðliga í kappingini.
Topp 10 í Janus Open gjørdist hesin:
1. Casper Liu (Danmark) 2251 6½ stig
2. Ádam Ómarsson (Ísland) 2026 6 stig
3. Símun Thorhallsson (Ísland) 2223 6 stig
4. Luitjen Akselsson Apol (Føroyar) 2305 6 stig
5. Mikkel Vinh Loftgaard (Danmark) 2235 5½ stig
6. Noah Krug Wahlgreen (Danmark) 2148 5½ stig
7. Torkil Nielsen (Føroyar) 2041 5½ stig
8. Høgni Egilstoft Nielsen (Føroyar) 2390 5 stig
9. Bjørn Holm Birkisson (Ísland) 2153 5 stig
10. Carles Melado (Spania) 1926 5 stig
Í alt 103 telvarar.
Rós til fyriskiparar
Tað er at frøast um, at skipast kann fyri so stórari talvstevnu í Føroyum um veturin, og at til ber at lokka so frægar útlendskar telvarar hendanvegin.
Samstundis er tað ógvuliga gleðiligt, at føroyskir telvarar vóru fúsir at fara so mannsterkir til Eiðis at telva saman við øllum hinum í Kolshøll. Talan var sum nevnt um metstóra luttøku í einari talvkapping í Føroyum.
Rógvi Egilstoft er høvuðsstigtakari og fyriskipari. Hann eigur stórt rós uppiborið fyri so stóra fyriskipan, men aftrat sær hevur hann havt dyggan stuðul bæði úr Talvsambandinum og lokalsamfelagnum kring talvfelagið Rók í Sundalagnum.
Hetta gjørdist ein prýðiligur og vakur kransur til heiðurs fyri eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki, sjálvur gávuríkur og lovandi telvari sum smádrongur, barnaføroyameistari í harðari kapping við Flóvin Tór Næs í yngsta flokkinum í 1986 fyri teir, sum vóru 10 ár og yngri, men doyði í fjør, bara 46 ár. Honum var kappingin uppkallað eftir.
Vónandi var alt hetta eisini tekin um, at talváhugin er vaksandi millum føroyingar nú á døgum.

Rógvi Egilstoft er høvuðsfyriskipari av størstu talvstevnu í Føroyum higartil – Janus Open á Eiði hetta vikuskiftið.
Íslendingur á odda á Eiði

Stúgvandi fult í Kolshøll á Eiði. Fleiri enn hundrað telvarar eru við í kappingini Janus Open.
Óvæntað hevur íslendingurin Ádam Ómarsson lagt seg einsamallan á odda í talvkappingini Janus Open á Eiði.
Hann hevur sum hin einasti av øllum vunnið hvørt talv, nú fimm umfør eru avgreidd. Eftir styrkitølunum stóð Ómar sum hin fimtandi í røðini, so hann hevur tikið øll á bóli.
Útlendsku telvararnir gera um seg í kappingini. Fremstu sjey telvararnir eru allir útlendingar. Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, er í løtuni nummar átta í røðini. Høgni hevur tapt eitt talv, móti øðrum íslendingi, Páll Gauti Jónsson.
Støðan í oddanum eftir fimm umfør:
1. Ádam Ómarsson 2026 (Ísland)) 5 stig
2-4. Páll Gauti Jónsson 2152 (Ísland) 4½
2-4. Mikkel Vinh Loftgaard 2235 (Danmark) 4½
2-4. Casper Liu (Danmark) 2251 (Danmark) 4½
5-14. Símun Tórhallsson 2223 (Ísland) 4
5-14. Bjørn Holm Birkisson 2153 (Ísland) 4
5-14. Noa Krug Wahlgreen 2148 (Danmark) 4
5-14. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2390 (Føroyar) 4
5-14. Hans Kristian Simonsen 2146 (Føroyar) 4
5-14. Hallgerður Thorsteinsdóttir 2188 (Ísland) 4
5-14. Herluf Hansen 1995 (Føroyar) 4
5-14. Carles Melado 1926 (Spania) 4
5-14. Luitjen Akselsson Apol 2305 (Føroyar)
5-14. Ingi Ellingsgaard 1710 (Føroyar) 4 stig
Tvey umfør í dag
Kappingin endar í dag. Tvey umfør eru. Sætta umfar byrjar klokkan 13:30. Og sjeynda og seinasta umfar byrjar klokkan 17.00.
Í sætta umfarið verður telvað soleiðis á fremstu borðunum:
Páll Gauti Jónsson – Ádam Ómarsson
Casper Liu – Mikkel Vinh Loftgaard
Hans Kristian Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen
Luitjen Akselsson Apol – Herluf Hansen
Símun Tórhallsson – Hellgerður Thorsteinsdóttir
Íslendingar móti íslendingum, danir móti dønum og føroyingar móti føroyingum.
Telvað verður í Kolshøll á Eiði, og til ber at fylgja við leik fyri leik á fremru borðunum á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Talvsiðvenjan í Norðstreymoy
Sum áður nevnt er luttøkumet sett í hesari kappingini. Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum á Eiði hetta vikuskiftið. Í alt 103 telvarar eru við. Tað mesta higartil er 101, tað var, tá norðurlandameistarakappingin var í Føroyum í 1987.
27 eru úr norðurøkinum, sum Talvfelagið Rókur í Sundalagnum fevnir um. Av hesum er á leið helvtin mestsum nýbyrjarar.
Á Eiði hevur einki talvfelag verið í nógv ár. Men Eiðis Talvfelag er elsta talvfelag í Eysturoynni. Tað var stovnað longu í 1956. Í 60-unum eru eiðismenn tríggjar ferðir við í sokallaðu Wood-kappingini, sum í 50-unum og 60-unum var tað, ið svaraði til eina landskapping í talvi fyri føroysk feløg. Eiðis Talvfelag er við í Wood-kappingini í 1964, 1966 og 1967.
Eiðis Talvfelag er uppi í at stovna Talvsamband Føroya í 1970, og er millum tey seks feløgini, sum manna 1 deild – ella A-deildina, sum tað tá var rópt – tá landskappingin byrjaði veturin 1970/71.
Nógvir av telvarunum á Eiði itu Hans sum fyrra lið í tvífornavni. Hetta høvdu skemtararnir í V4-útvarpsundirhaldssendingini fingið við, tá ið teir sendu av Eiði eitt leygarkvøld tíðliga í 70-unum. Tá vóru allir tevararnir nevndir: Hans Egil, Hans Edvard, Hans Erland, Hans Jákup, Hans Julian, Hans Esbern – og kanska var onkur annar eisini.
Telvingin á Eiði fjarar burtur miðskeiðis í 70-unum. Tá kyknar upp annað felag á Oyri. Talvfelagið Rókur er stovnað í 1974. Har er beinanvegin futtur í, í 1978 verður Bergur Johannesen unglingaføroyameistari, og árið eftir skipar felagið fyri FM-einstaklingakappingini í nýggja Felagsskaúlanum á Oyrarbakka.
Og í 1979 verður talv nýggj grein hjá ítróttafelagnum Streymi í Hvalvík-Streymnesi. Har brestur av álvara fyri nev, og nógvir heilt góðir telvarar koma undan. Streymur vinnur FM í unglingadeildini longu í 1980 og aftur í 1982, og í 1986 gera teir bart í fremstu deildini og vinna føroyameistaraheitið í harðari kapping við Havnar Telvingarfelag. Á vinnandi liðnum eru Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká.
Í dag er øll telving í Sundalagnum savnað í felagnum Róki. Felagið telvar sínar heimadystir eftir tørni á Oyrarbakka og á Eiði, viðhvørt við Margáir í Streymnesi. Felagið er á odda í 3 deild, so enn gongur ein løta til vit síggja teir í 1 deild.
Áhugin tykist vera stórur, Í løtuni er kanska mest gongd í á Eiði, men í liðkappingini eru fleiri telvarar, sum eru úr syðra parti av Sundalagnum.

Ratingfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen og Bergur Johannesen av Oyri – unglingaføroyameistari 1978.

Nógv ár eru millum tey yngstu og teir tilkomnu, sum telva á Eiði. Lítil smágenta bjóðar Peturi Páll Mikkelsen úr Gøtu Talvfelag av.
Talvkapping á Eiði spreingir mørk
Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum norðuri á Eiði hetta vikuskiftið.
Yvir hundrað telvarar – fleiri eru komnir úr útlondum – eru við í kappingini Janus Open, sum byrjaði í gjárkvøldið, og heldur fram í dag og í morgin.
Púra óvæntað er ovurstórur áhugi fyri hesari kappingini, sum er ein av fleiri í grand prix-røðini, sum Talvsamband Føroya hevur á skránni í vetur.
Í alt 103 telvarar eru við. Meginparturin føroyingar, men danir, íslendingar og spaniólar eru eisini við.
Kappingin ber heitið Janus Open. Á henda hátt vilja fyrireikarnir heiðra minnið um eiðismannin Janus í Løðuni, sum var eldsál í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, men sum doyði í fjør, bara 46 ár. Hetta kann hava gjørt sítt til, at luttakaratalið er so stórt, tí fleiri enn tretivu hava einki ratingtal, og eru tí við á fyrsta sinni. Hesi eru flest øll úr lokalumhvørvinum.
Metluttøka
Tað er ikki komið fyri fyrr, at so nógv eru við í einstakari talvkapping í Føroyum. Metið higartil er frá 1987, tá Føroyar hýstu norðurlandameistarakappingini í Norðurlandahúsinum. Tá vóru í alt 101 telvarar við úr øllum norðurlondum. FM-metið er frá 2003. Tá vóru 95 telvarar við í FM-einstaklingakappingini í Læraraskúlahøllini í Havn.
Talan er tó um hvørt sítt slag av talvkappingum. Kappingarnar í 1987 og 2003 vóru vanligar standardkappingar. Tá var telvað í einar tíggju dagar í eitt koyr við fullari umhugsunartíð. Janus Open er ein vikuskiftiskapping eftir øðrvísi leisti.
Fyrstu trý umførini í gjárkvøldið vórðu telvað sum kviktalv. Í dag og í morgin hava telvarar ein tíma hvør til talvið umframt hálvan minutt til hvønn leikin. Tvey umfør eru í dag og onnur tvey sunnudagin. Kappingin er fyri telvarar, sum ikki hava hægri enn 2400 í styrkitali. Tað merkir, at okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, fær ikki verið við.
Onnur sjáldsom regla er, at telvarar kunnu fáa hálvt stig tríggjar ferðir uttan at telva. Tað gevur telvarum eitt vist frælsi og andarhald frá kappingini.
Stóra luttøkan er kanska eisini dømi um, at telvarar nú á døgum eru meira fúsir at telva, tá alt gongur skjótt fyri seg, og tú ikki er so bundin, at tú ikki eisini fær gjørt okkurt annað, meðan telvað verður.
Beinleiðis á netinum
Fjórða umfar byrjaði í morgun klokkan 10. Til ber at síggja fremstu tólv borðini beinleiðis á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Tólv høvdu fult stigatal eftir fyrstu trý umførini í gjár. Meginparturin útlendingar, men eisini nakrir føroyingar. Ein er Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini.
Ein annar er hin ungi Petur Gardar Magnussen úr Havnar Telvingarfelag, sum í øðrum umfari vann á føroyameistaranum Luitjen Akselsson Apol.
Ein triði er fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag.
Fimta umfar byrjar klokkan 14 í dag.
Janus Open live
Fylgjast kann við beinleiðis her: https://live.faroechess.com
Javnleikur í toppdysti

Toppdysturin millum Havnina og Sandavágur er júst byrjaður á Finsen. Á fremru borðunum síggjast teir fýra, sum telvaðu flestu dystirnar á OL-landsliðnum fyri sløkum hálvum ári síðani. Á 1 borði Helgi Dam Ziska (vm) og Rógvi Egilstoft (hm). Innanfyri Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Dysturin endaði javnur 2- 2. Havnarmenn varðveita tí tepru leiðsluna í oddastríðnum. Liðini møtast aftur í seinasta umfari í mars.
Mynd: Katrin Apol
Tað er stórur spenningur í 1 deild – bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen í dag.
Í oddanum syrgja havnarmenn og sandavágsmenn sum vant fyri undirhaldinum og hørðu FM-orrustuni, og í niðaru hálvu er óvanliga hørð kapping í ár.
Toppdysturin endaði 2 – 2. Á 1 borði var liðugt beinanvegin. Longu eftir sjey leikir beyð stórmeistarin remis. Rógvi, sum er heima úr Spania, tók av.
Á øðrum borði var afturímóti drúgvur og harður dystur millum teir báðar, sum í vár togaðust um FM-heitið í finaluumdysti. Føroyameistarin vann eina finnu í miðtalvinum, men Høgni gav honum dygt mótspæl. Luitjen býtti snildisliga tunga fólkið upp fyri at loysa spenningin í støðuni, men brátt sást, at meirfinnan veitti honum ongan fyrimun í endastalvinum. Tvørturímóti ráddi hjá báðum í allari tíðarneyðini um at hava tunguna mitt í munninum, tí telvast skuldi ógvuliga beint fyri at varðveita javnvágina. Eisini remis á øðrum borði.
Á 3 borði vann Havnin. Martin Poulsen trýsti spakuliga við svarta fólkinum Silas aftur í heldur kroysta støðu, og til endans var eingin vón hjá honum at bjarga støðuni. Rutinan hjá fleirfalda føroyameistaranum tóktist gera munin.
Á 4 borði javnaði Sandavágur. Tann ungi Jón í Horni Nielsen telvaði sera væl og sannførandi við svarta fólkinum, og spældi Sjúrð Thorsteinsson út av borðinum. Sjáldan at Sjúrður, ið vanliga er so tryggur og varin, fær slíka viðferð.
Úrslitini í hinum báðum dystunum lagaðu seg so, at rættiligur spenningur er kyknaður upp millum aftaru liðini. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý liðini í hesum stríði.
A-liðið hjá Klaksvík vann tryggan 3-1 sigur á B-liðnum hjá Havnini. Ólavur Simonsen gekk undan sum gott fyridømi við flottum sigri á 1 borði.
Kollafirðingar fingu fyrsta sigurin í ár. Við einum vala liðavriki koppaði unga kollafjarðarmanningin B-liðnum hjá Klaksvík.
Meira kann síggjast – millum annað leikirnir í talvunum – á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
1 deild – 5 umfar (12 januar)
Havnin – Sandavágur 2 – 2
Helgi Dam Ziska – Rógvi Egilstoft ½ – ½
Luitjen Akselsson Apol – Høgni Egilstoft Nielsen ½ – ½
Martin Poulsen – Silas Eyðsteinsson 1 – 0
Sjúrður Thorsteinsson – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
Klaksvík – Havnin B 3 – 1
Ólavur Simonsen – Herluf Hansen 1 – 0
Rani Baldursson – Margar Berg 1 – 0
Heðin Gregersen – Elias Petersen ½ – ½
Terji Petersen – Suni Merkistein ½ – ½
Kollafjørður – Klaksvík B. 2½ – 1½
Árant Djurhuus – Wille Olsen ½ – ½
Rógvi Mørkøre – Ingolf Gaard ½ – ½
Karl M. Dahl – Rani Nolsøe 1 – 0
Markus Jacobsen – Tummas M. Sólsker ½ – ½
Støðan
Havnin 15½ stig
Sandavágur 14½
Klaksvík 11½
Klaksvík B. 6½
Kollafjørður 6
Havnin B. 6
Vágamenn kós móti 1 deild
Sandavágs Talvfelag ætlar sær aftur at hava tvey lið í bestu deildini. Teir eru í løtuni besta boðið upp á ein vinnara í 2. Deild. Í dag vunnu teir móti teimum í Runavík.
Toftamenn snávaðu í oddastríðnum. Heldur óvæntað noyddust teir at dvína fyri blaðungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag.
2 deild – 5 umfar (12 januar)
Kongshavn (Runavík) – Sandavágur 1 – 3
Brandur Højgaard – Bernhard Augustinussen 0 – 1
Henrik W. Joensen – Jón Atlason 0 – 1
Meinhard Danielsen – Ingi Wiberg ½ – ½
Zaid Al-Jay – Jónfinn Thomsen ½ – ½
Klaksvík – Havnin 2½ – 1½
Einar Gregersen – Øssur Joensen ½ – ½
Rókur Davidsen – Poul Poulsen 1 – 0
Flóvin M.Tummasarson – Jaspur T. Gaard 0 – 1
Rógvi Heinason Olsen – Jón Andreasen 1 – 0
Havnin B. – Toftir 2½ – 1½
Súni Jacobsen – Andrias Danielsen 0 – 1
Petur G. Magnussen – Bogi Ziska ½ – ½
Brestir Samuelsen – Andreas Andreasen 1 – 0
Eyðun L. Staksberg – Sigurd Joensen 1 – 0
Støðan
Sandavágur 12½ stig
Klaksvík 11
Havnin B. 10½
Toftir 10
Havnin 8½
Kongshavn (Runavík) 7½
Hinar deildirnar
Veðrið darvaði aftur telvingini í dag, og ein dystur í 3 deild var útsettur. Í løtuni er ikki greitt, um allir dystir vórðu telvaðir í 4 deild.
3 deild – 5 umfar (12 januar)
Dysturin Vestmanna – Gøta útsettur til 23 januar.
Rókur – Kollafjørður 1 – 3
Havnin – Sandavágur 0 – 4
Úrslitini í 4 deild eru ikki komin enn.
Hálvleikur
Liðkappingin er nú komin í helvt. Farið verður undir seinnu leikhálvu um tvær vikur. Kappingin endar 22 mars. Telvað verður soleiðis í seinnu hálvu:
26. januar (6. umfar)
9. februar (7. umfar)
23. februar (8. umfar)
9. mars (9. umfar)
22. mars (10. umfar)
Toppdystur í morgin

Í løtuni hava 81 telvarar boðað frá luttøku. Av hesum eru fleiri útlendingar; spaniólar, íslendingar og danir. Telvað verður í Kolshøll fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin í komandi viku. Vinnarin fær 5.000 krónur, nummar tvey 3.000 krónur og nummar trý fær 2.000 krónur. Freistin at boða frá luttøku er úti hósdagin.
Luttøkan er óvanliga stór. Mettalið á luttakarum til eina talvkapping í Føroyum er frá norðurlandameistarakappingini í 1987, sum var Norðurlandahúsinum. Tá vóru 101 telvarar við. Næstmesta luttøkutal var í FM-einstaklingakappingini í Havn í 2003. Tá vóru 95 telvarar við. At so nógvir telvarar eru við í kapping í Føroyum á hávetri er sjáldsamt. Tað boðar helst frá stórum talváhuga millum føroyingar, men uttan iva eigur ein onnur eldsál, fyriskiparin Rógvi Egilstoft, stóran heiður uppibornan fyri, at so væl hevur vignast higartil.
Liðkappingin 12.01.2025
Sunnudagin 12.01.2025 verður felagsumfar í liðkappingini.
Talvsamband Føroya Faroechess