Bjóðað verður til Føroyameistaraskapið í talvið 2017, ið verður hildið í Løkshøll, Runavík, í døgunum 08/04-2017 til 15/04-2017.
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni.
Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Teir hægst rataðu (Elo-tal verður brúkt) luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2017.
Næstu telvararnir mynda 1. Bólk og Almenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.
Talvsamband Føroya Faroechess