Her eru øll tey føroysku úrslitini og støðan eftir 1. umfar Les meira »
Tíðindi
Reykjavik Open: Helgi er favorittur
Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi.
Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976. Les meira »
Reykjavik Open: Tólv føroyingar telva í Reykjavík
Mánadagin fóru tólv føroyskir telvarar til Íslands at luttaka í Reykjavik Open 2017. Fyrsta umfar var í dag.
Tann einasti, sum luttók í landsliðsbólkinum í FM fyri einstaklingar, og sum er við í Reykjavík, er føroyski stórmeistarin og FM vinnarin 2017, Helgi Dam Ziska.
Innbjóðing til steypakapping 29. apríl
Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2016/17 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu. Les meira »
Røða: Telving er sinnislig píning
Røðan, ið Tórbjørn Jacobsen borgmeistari í Runavíkar Kommunu, helt ið samband við heiðursmerkjahandanina. Les meira »
Unglingabólkurin avgjørdur við umdysti!
Av øllum bólkunum í FM í talvi fyri einstaklingar 2017 í Løkshøll, má unglingabólkurin metast at hava verið tann mest spennandi. Heilt frá byrjan av skiftust telvarar um at hava oddasessin. Les meira »
Helgi Dam Ziska føroyameistari
Stórmeistarin er aftur føroyameistari
Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga. Les meira »
Umdystur í unglingum – LIVE beint nú
Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen telva beint nú umdyst um Føroyameistaraheitið í unglingum. Telvað verða 2 talv við tíðini 25 min + 10 sek/leik.
Dagføring: Fyrra talvið endaði við javnleiki.
Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com

FM 2017 – Endaumfari í talvi
Í skrivandi stund verður endaumfarið í talvi telva í Løkshøll í Runavík.
Byrjað varð kl. 11 og liðugt verður einaferð út á seinnapartin.
Her eru nakrar myndir frá talvunum, ið eru í gongd júst nú.

FM 2017 – Myndir dagur 5-6
Myndirnar hevur Esbern Christiansen tikið.

Talvsamband Føroya Faroechess