Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.
Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess