Heim / Tíðindi (síða 87)

Tíðindi

OL 2016: 1. umfar: Vunnu fyrsta dystin

Føroyar vunnu 3-1 á Suðursudan í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan í dag. Helgi Dam Ziska, John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu og Jóan Hendrik Andresen tapti.

Føroyar eru styrkismettar nógv hægri enn Suðursudan, og tí var roknað við líknandi úrsliti. John Rødgård og Sjúrður Thorsteinsson vunnu trygt við hvíta fólkinum, men við svarta fólkinum høvdu okkara menn trupulleikar.

Les meira »

Vangamynd í 3-2 Helgi Dam Ziska

Helgi Dam Ziska hevur júst luttikið í sterkari kapping í Dubai, sum upphiting til Talv-Olympiaduna í Baku. Áðrenn fráferð var Helgi vangamynd í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum. Les meira »

Talv-OL Baku

Ikki færri enn 180 lið verða umboðað á talvolympiaduni í Aserbadsjan í næstum. Á seinastu olympiaduni, sum var í Tromsø í Noregi fyri tveimum árum síðani, vóru liðini í opnu kappingini 172 í alt. Føroyar eru styrkismettar nummar 85 av teimum 180 liðunum.

Russland er styrkismett sum nummar eitt. Manningin verður henda: 1. Kramnik 2. Karjakin 3. Grischuk 4. Tomashevsky 5. Nepomniachtschi. Størsti avbjóðarin verður helst USA, sum er styrkismett nummar tvey. Amerikanska liðið hevur hesa manning: 1. Caruana 2. Nakamura 3. So 4. Robson 5. Shankland. Kina, sum vann kappingina seinast, er styrkismett nummar trý. Tey tíggju londini, sum eru styrkismett hægst eru: 1. Russland 2. USA 3. Kina 4. Aserbadsjan 5. Ukraina 6. Frakland 7. Poland 8. Ongland 9. Ungarn 10. Holland.

Av norðurlondum er Noreg styrkismett hægst sum nummar 17. Heimsmeistarin Magnus Carlsen situr á fyrsta borði. Les meira »

Talv-Olympiadan í Baku

Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen og altjóða meistarin John Arni Nilssen fara ikki við føroyska landsliðnum á talvolympiadu seinni í summar. Báðir hava fingið forfall.

Rógvi er sáttmálabundin fótbóltsspælari, men hevði fingið avtalu um at sleppa at telva í september, men ein leiguavtala, sum EB/Streymur og Skála hava gjørt sínamillum um sandavágsmannin, ber í sær, at føroyameistarin í talvi fer at spæla EFFO-fótbólt heldur enn at kappast í talv-OL.  John Arni Nilssen er júst byrjaður í nýggjum starvi í Danmark, og eigur tí ikki frítíð til góðar.

Les meira »

Nýggj heimasíða

 

Gamla heimasíðan hevur verið undir álopi, og verður ikki tøk aftur.

Tó er tilfarið ikki burtur, og arbeitt verður við at fáa tað innaftur og at fáa valmyndir o.a. innaftur.

 

Webmaster

Grand Prix finalan

 

Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, 

hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum

eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 10. min. + 5 sek. í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi leygardagin 09. apríl kl. 18.00 á tlf. 27 14 04 (Rógvi) ella kappingarleidarin@faroechess.com

 

TALVSAMBAND FØROYA

Rókur-Kvik 2016

Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr209182.aspx?lan=7

 

Kappingin byrjar leygardagin 27. februar  kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Rógva Egilstoft Nielsen á tlf. 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 26. februar kl. 20.00

Møtið fjølment !

Talvfelagið Rókur

ST-Kvik 2016

Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr206231.aspx?lan=7

 

Kappingin byrjar sunnudagin 07. februar  kl. 14.00. Telvað verða 7 umfør.

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Rógva Egilstoft Nielsen á tlf. 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er leygarkvøldið 06. februar kl. 20.00

Møtið fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Tíðindaskriv um Rókur Open 2016

Rokur_open_2016_vinnarar

Talvkappingin Rókur Open 2016 var hildin fyri 10. ferð. Á ferðasteypinum, ið Ulla Joensen vegna Sunda kommunu handaði vóru allir teir fremstu telvarnir seinastu 10 árini graveraði.

Har vóru Hans Kristian Simonsen 2007, Helgi Dam Ziska 2010 -11, Rógvi Egilstoft Nielsen 2009-12-14, Olaf Berg 2008-13 og Høgni Egilstoft Nielsen 2015 og 2016.

Vinnarin hesaferð, var eins og seinasta ár, Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági, nr. 2 var bygdarmaður hansara, Silas Eyðsteinson og nr. 3 gjørdist Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði.

1. Ratingvirðisløn vann føðingardagsbarnið, 15 ára gamli klaksvíksjingurin, Janus Skaale,  2.  vann Leif Reinert. Fjallheim og 3. vann Benjamin Reinert Fjallheim – havnarbeiggjarnir báðir!

 

Talvfelagið Rókur takkar Sunda Komunu fyri lán av skúlanum, og góðan stuðul.


Endaliga støðan sæst her: http://www.chess-results.com/tnr205075.aspx?lan=7&art=1&wi=821

Rókur OPEN 2016

 

Tilmeldingar higartil: http://chess-results.com/tnr205075.aspx?lan=7

Stað

Felagsskúlin á Oyrarbakka

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  29 jan. kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

1. virðisløn 2500 kr + Ognarsteyp

2. virðisløn 1500 kr

3. virðisløn 1000 kr

2 x ratingvirðislønir 500 kr

Luttøkugjald 

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og ung undir 20 ár.

Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 29. jan.

Tilmelding

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

Kiosk

Kaffi, te og ábit kann keypast á staðnum.

 

 

Møtið Fjølment !

Talvfelagið RÓKUR