Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2019

Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2019

Havnar Telvingarfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2019.

Kappingin í landsliðsbólkinum verður eisini skipað sum ein IM-kapping, har tríggir sterkir útlendskir telvarar luttaka.

Høvuðsstuðul er Tórshavnar kommuna.

 

Kappingin

Kappingin verður í Finsen í døgunum 13. – 20. apríl 2019.

Telvað verða níggju umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Tíggju teir hægst rataðu telvararnir (íroknað útlendsku telvararnir) telva í landsliðsbólkinum. Bert føroysku telvararnir telva um føroyameistaraheitið.

Næstu tíggju hægst rataðu telvararnir telva í 1.bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2019.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TFS fyri FM.

 

Allir bólkar telva soleiðis:

  1. umfar Leygardagur             13. apríl           kl. 14.00
  2. umfar Sunnudagur             14. apríl           kl. 14.00
  3. umfar Mánadagur             15. apríl           kl. 17.00
  4. umfar Týsdagur             16. apríl           kl. 17.00
  5. umfar Mikudagur             17. apríl           kl. 10.00
  6. umfar Mikudagur             17. apríl           kl. 17.00
  7. umfar Skírishósdagur            18. apríl           kl. 14.00
  8. umfar Langi fríggjadagur 19. apríl           kl. 14.00
  9. umfar Leygardagur             20. apríl           kl. 14.00

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 150 kr.

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto

6460 – 1505523 hjá Havnar Telvingarfelag í seinasta lagi fríggjadagin 5. apríl.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2019, navn og bólkur.

Møguligir spurningar kunnu stílast Jóannes V. Hansen, formanni felagsins á tel. 551009 ella við teldubrævi til joannesv@uvmr.fo.

 

Vinningar

Landsliðsbólkurin:

nr. 1 6.000 kr.

nr. 2. 3.000 kr.

nr. 3 2.000 kr

 

1. bólkur:

nr. 1 2.000 kr.

nr. 2 1.500 kr.

nr. 3 1.000 kr.

 

Almenni bólkurin:

nr. 1 1.500 kr.

nr. 2 1.000 kr.

nr. 3 500 kr.

 

Unglingabólkurin:

nr. 1 1.500 kr.

nr. 2 1.000 kr.

nr. 3 500 kr.

 

Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðursmerki latin til nr 1,2 og 3 í hvørjum bólki.

Vakurleikasteyp verður latið fyri vakrasta talvið.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður beint eftir síðsta umfar eftir nærri ásettum reglum.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

 

Við talvkvøðu

Havnar Telvingarfelag og Talvsamband Føroya

cropped-logo_fp.png

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …