Talvlandsliðið á ferð

Spenningur á Jersey Tað er lagt upp til spennandi talvkapping á Jersey. Har fara komandi dagarnar tíggju lið úr smátjóðum í Evropa at kappast í sonevndu Small Nations kappingini fyri talvlandslið. Trý lið tykjast fullkomiliga jøvn. Føroyar, Andorra og Luksemburg. Føroyar hava miðalratingstyrkitalið 2278, Andorra 2277 og Luksemburg 2276. Javnari fær tað ikki verið. Føroyska liðið er hesaferð mannað soleiðis: 1. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2. Martin Poulsen (HT). 3. John Rødgaard (VT)  4. Luitjen A. Apol (HT) 5. Jón í Horni Nielsen (ST). Talvsambandið leggur dent á, at ein unglingatelvari sleppur upp í part á landsliðnum til smálandakappingina. Hini liðini eru Kýprós, Liktinstein, Jersey, Guernsey, Malta, San Marino og Monako. Øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Byrjað verður í morgin, og kappingin endar týsdagin 4. november.

Les meira »

Innbjóðing til liðkapping fyri børn 28. okt.

  Leygardagin 28. oktober er liðkapping fyri børn aftur á skránni – hesaferð í skúlanum við Løkin í Runavík. Kappingin byrjar kl. 10:00.   4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Les meira »

Jøvn byrjan

Tað gongur javnt á millum A-liðini hjá teimum trimum stóru talvfeløgunum í fremstu deildini í føroysku landskappingini.    Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.   Ikki fyrr enn oddaliðini hittast í innanhýsis dysti, fæst ein ábending um, hvussu jøvn liðini eru.

Les meira »

Innbjóðing til ST-Open

0 Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 2, ST Open, vikuskiftið 20.-22. oktober 2023 Stað: Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági) Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar fríggjadagin,  20. oktober kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik). Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Les meira »

Søguligur talvdystur

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini.

Les meira »

Mangur leikur í longum talvi

Í dag byrjar landskappingin í talvi.    Klokkan 14 verða fyrstu leikirnir fluttir í nýggja kappingarárinum. Telvað verður um alt landið. Ellivu feløg kappast í fýra vaksnamannadeildum. Feløgini hava meldað til slakar 400 telvarar. Tað sæst á styrkilistunum, sum tey tólv feløgini hava sent Talvsambandinum nú landskappingin byrjar.

Les meira »

Talvkapping á netinum

Leygardagin 7. oktober kl. 17 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

Úrslit frá barnakappingini á Eiði

Fyrsta barnakappingin í hesum talvárinum var hildin á Eiði sunnudagin 1. oktober, og heili 18 lið vóru við. Talan var um eina kvik-kapping, har ið 4 børn vóru á hvørjum liði, og 5 umfør vóru telvað. Fleiri av børnunum høvdu ongantíð telvað kapping fyrr, men hýrðurin var góður, og øll vóru ágrýtin. At eini 75 børn luttaka, berur góðar vónir um komandi talvár,

Les meira »

Innbjóðing til liðkapping fyri børn 1. okt.

  Sunnudagin 1. oktober verður liðkapping fyri børn í Hólmahúsinum á Eiði. Kappingin byrjar kl. 13:30.   4 børn telva á hvørjum liði, og kunnu liðini hava upp til 2 útskiftarar við. 5 umfør verða telvað. Talan er um kvik-talv, har ið børnini brúka klokku og fáa 10 minuttir í part til talvið, umframt, at fyri hvønn leiktan leik verða 5 sekund lagt afturat klokkuni.

Les meira »