Heim / TSF / Lógir og reglar / TSF – Grand Prix Kapping 2012/13

TSF – Grand Prix Kapping 2012/13

Grand Prix kappingin 2012/13 fevnir um 9 kappingar:

 
Kappingarnar síggjast á talvkalendaranum, sum liggur á heimasíðuni hjá TSF.
 
Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst luttøka í Finaluni og 4 undankappingum, harav luttikið skal vera í minst einari rataðari kapping (Open). 
 
KAPPINGARREGLUR
 
1) Kvik-kappingar: Hvør telvari fær 15 min. í part til hvørt talvið, telvað verða 7 umfør. Finalan 9 umfør.
 
2) FM Snar: Telvað verða 9 dupultumfør. 
 
3) Snar-kappingar: Telvað verða 9 umfør. Hvør telvari fær 5 min. í part til talvið.
 
4) Rataðar kappingar: Telvað verða 5 umfør. Umhugsunartíð verður ásett av fyriskipara.  
 
5) Grand Prix stig verða latin soleiðis í hvørjari kapping:
  
Nr. 1 fær 7 GP stig
Nr. 2 fær 5 GP stig
Nr. 3 fær 4 GP stig
Nr. 4 fær 3 GP stig
Nr. 5 fær 2 GP stig
Nr. 6 fær 1 GP stig
 
Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.
 
6) Til tess at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst at viðkomandi hevur luttikið í Finaluni og í 4 undankappingum. 
 
7) Tá Grand Prix endastøðan og ratingvirðislønir verða gjørdar upp, verður hetta gjørt við støði í 5 teim bestu úrslitunum, t.v.s. vánaligasta úrslitið verður frádrigið. Er javnstøða verður næst-vánaligasta úrslitið frádrigið. Er framvegis javnstøða, verður umdystur við 2 snartalvum og síðani sudden-death, tá um nr. 1,2,3 og ratingvirðislønir umræður.   
 
8) Ratingvirðislønir verða latnar tá Grand Prix kappingin er lokin. Útgansstøðið er evt. samanspard GP-stig og annars talv-stig í fylgjandi ratingflokkum; sí annars 5. og 6:
 
    a) 1601 – 1900
    b) 1301 – 1600
    d) onki ratingtal – 1300
    
2 stig verða løgd aftur vunnum talvstigum, tá talan er um rataðar kappingar. Hetta fyri at javna út, at talan er um 5 umfør í rataðum kappingum og 7 umfør í kvik-kappingum. Tilsvarandi verður roknað niður á 7 stig, tá talan er um Snar-kappingar.
 
Grand Prix vinnarar vinna ikki samstundis ratingvirðislønir. 
 
9) TSF letur steyp til Grand Prix Vinnaran 2012/13, medaljur, og annars fylgjandi plaseringsvirðislønir:
 
1) Grand-Prix Vinnari: kr. 5.000
2) Nr. 2 kr. 3.000
3) Nr. 3 kr. 2.000
4) RVL: 1601-1900: kr. 1.000
5) RVL: 1301-1600: kr. 1.000
6) RVL:         -1300: kr. 1.000
 
 
TALVSAMBAND FØROYA
 

Sí eisini

Innbjóðing til steypakappingina

Talvsamband Føroya  skipar aftur í 2016 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 30. apríl 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.